12. umfar í bestu fótbóltsdeildini er lokið, og nú verður steðgur í landskappingini inntil fríggjakvøldið í aðru viku. Orsøkin er tann, at landsliðið nú fer at luttaka í Baltic Cup, har fyrri dysturin verður leygardagin, og seinni dysturin verður týsdagin í aðru viku. Føroyar fara leygardagin at spæla ímóti Estlandi.
Í toppinum vunnu Víkingur og HB í dag. Víkingur vann 2-0 í Klaksvík, og HB vann 3-2 í Runavík. Tað ber við sær, at tvíkappingin millum Víking og HB heldur fram. Bæði liðini hava 33 stig fyri 12 dystir.
Eftir tapið ímóti Víkingi eru tað seks stig frá KÍ og fram til tey bæði toppliðini.
Víkingur var greitt omaná í Klaksvík, og í Runavík var HB leingi omaná. Fram ímóti dystarenda varð tað heilt spennandi, tá ið NSÍ innanfyri ein minutt vendi 0-2 til 2-2. Men so svaraði HB aftur, tá ið miðvallarin Heðin Hansen í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði 3-2 sigursmálið.
Í Gundadali var satt málrok. 07 Vestur var fýra ferðir frammanfyri, og allar fýra ferðirnar svaraði B36 aftur, og so endaði tað 4-4. Hetta er vónbrot hjá B36.
KÍ – Víkingur 0-2 (0-1)
0-1: Olaf Bárðarson 26.
0-2: Arnbjørn Svensson 69.
NSÍ – HB 2-3 (0-1)
0-1: Mikkel Dahl 10.
0-2: Sammy Skytte 55.
1-2: Pætur Hentze 83.
2-2: Petur Knudsen 84.
2-3: Heðin Hansen 91.+
B36 – 07 Vestur 4-4 (3-3)
0-1: Filip Brattbakk 14.
1-1: Jelle van der Heyden 23.
1-2: Sjálvmál 26.
2-2: Hannes Agnarsson 34.
2-3: sjálvmál 39.
3-3: Anton Søjberg 41.
3-4: Benni Smales-Braithwaite 55.
4-4: Jann J. Benjaminsen 72.
Víkingur | 12 | 11 | 0 | 1 | 34 | 7 | 33 |
HB | 12 | 11 | 0 | 1 | 26 | 9 | 33 |
KÍ | 12 | 9 | 0 | 3 | 24 | 9 | 27 |
NSÍ | 12 | 6 | 1 | 5 | 24 | 19 | 19 |
B36 | 12 | 4 | 4 | 4 | 23 | 21 | 16 |
07 Vestur | 12 | 4 | 3 | 5 | 18 | 26 | 15 |
Skála | 12 | 4 | 1 | 7 | 16 | 23 | 13 |
EB/Streymur | 12 | 2 | 1 | 9 | 13 | 21 | 7 |
B68 | 12 | 1 | 3 | 8 | 8 | 23 | 6 |
ÍF | 12 | 0 | 3 | 9 | 11 | 39 | 3 |
Fríggjadagin 14. juni
EB/Streymur – KÍ: kl. 19.00
Leygardagin 15. juni
Skála – Víkingur: kl. 17.00
07 Vestur – HB: kl. 19.00
B36 – B68: kl. 17.00
Sunnudagin 16. juni
ÍF – NSÍ: kl. 15.00