KÍ liðformaðurin hevur brotið beinið

Jákup B. Andreasen verður ikki at síggja á vøllinum nógvu tær næstu vikurnar

Jóannes Hansen
30. apríl 2024 kl. 22:18

Nú er tað greitt, at KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen verður ikki at síggja á vøllinum hesumegin summarsteðgin.

Jákup B. Andreasen boðar í kvøld frá á facebookvanganum hjá KÍ fjepparunum, at hann hevur brotið beinið.

Tað var nakrar minuttir undan steðginum við Margáir, har KÍ í kvøld vann 1-0 ímóti EB/Streymi, at Jákup B. Andreasen varð stuðlaður av vøllinum.

Eftir nærdyst hevði hann nógva pínu. Saman við liðleiðara fór hann beinanvegin á Klaksvíkar Sjúkrahús, og har er í kvøld staðfest, at talan er um brot.

Jákup B. Andreasen sigur soleiðis: