Í kvøld klokkan 20 verður ógvuliga avgerandi dystur hjá KÍ í Europa Conference League. KÍ er í Slovenia, har NK Olympija Ljubljana er mótstøðuliðið. Tá ið slovenska felagið hósdagin 26. oktober var í Føroyum, vann KÍ 3-0.
Eingin ivi er um, at NK Olympija Ljubljana er favorittur at vinna í kvøld. Tá ið slovenarnir vóru í Føroyum helt KÍ venjarin Magne Hoseth, at KÍ hevði 40 prosent møguleika at vinna. Eftir 3-0 heimasigurin helt Magne Hoseth, at KÍ møguleikin í kvøld fór at vera 30 prosent.
Um tað eydnast KÍ í kvøld at vinna fulla úrtøku, og um úrslitið í dystinum millum Lille og Slovan Bratislava fer at laga seg KÍ til vildar – tað vil siga at Lille fer at vinna – so verður talan um finalu fyri at vinna næstfremsta plássið í bólkinum og harvið at halda fram í kappingini eftir ársskiftið, tá ið Slovan Bratislava hósdagin 30. november verður gestur hjá KÍ.
-Vit gleða okkum at spæla í kvøld. Vit vita, at mótstøðuliðið er stórfavorittur, men vit vita eisini, at okkara spælarar eiga nógvar royndir, og at vit í summar og nú í heyst fleiri ferðir hava megnað at vunnið stór úrslit ímóti teimum, sum hava verið roknað at vera greiðir favorittar. Síðani landskappingin var liðug næstsíðsta sunnudag hava vit havt møguleika at venja saman í 10 dagar. Tað er langt síðani, at vit hava vant so nógv og samanhangandi. Venjingarnar hava verið góðar, og tað fer at síggjast aftur í kvøld, heldur KÍ venjarin Magne Hoseth.
Tveir KÍ spælarar eru ikki við í ferðalagnum í Slovenia. Teir eru Hallur Hansson og René Shaki Joensen, sum eru skaddir.
Dómarabólkurin er úr Malta: Philip Farrugia verður dómari, Alan Camilleri og Duncan Sulatna vera hjálpardómarar og Trustin Farrugia Cann verður 4. dómari.