KÍ skrivar soleiðis í dag:
Tríggir av okkara ungu leikarum hava í vikuni longt við felagið
Talan er um lokalu Silas Gaard og Jákup N. Vilhelmsen, ið eru 19 ára gamlir. Teir hava báðir longt við felagið í eitt ár, og eru sostatt partur av bláa hópinum í 2024.
Silas er serliga góður ein ímóti einum og er ein sera kvikur leikari, sum vit síggja stóra menning og framtíð í.
Jákup N. Vilhelmsen er ikki bangin fyri at traðka á vøllin, og hvørja ferð er tað 100%. Hann er sterkur og hevur ein framúr góðan vinstra fót, sum kemur væl við í verjuni.
Báðir leikarar hava, hóast lítla spælitíð, ment seg nógv seinasta árið. Og er hendan menning ein liður í at sáttmálarnir verða longdir.
21 ára gamli Latif Issah Ahmed kom til KÍ 18. juni í ár, og hevur hetta hálva árið vant seg við okkara umstøður og mentan. Hann hevur longt sáttmálan við felagið við tveimum árum og er partur av hópinum til og við kappingarárið 2025.
Hann er kvikur og ein tekniskur og nærlagdur leikari, og vit vænta okkum enn meir av honum komandi ár.
Vit gleðast um, at samstarvið við hesar tríggjar evnaríku spælarar heldur fram, og vit gleða okkum at fylgja teimum í 2024, skrivar KÍ.