KÍ leitar eftir álopsspælara, nú Páll A. Klettskarð er skaddur. Enn hevur einki verið at frætt, um felagið hevur funnið skikkaðan álopsspælara við royndum í altjóða fótbólti.
Men í kvøld boðar KÍ frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við ungan álopsspælara í Klaksvík.
Talan er um 17 ára gamla Jóhan Josephsen, sum fyri fyrstu ferð varð skiftur inn á besta liðið hjá KÍ, tá ið TB 10. juni var gestur, og KÍ vann 1-0. Tá var Jóhan skiftur inn í 81. minutti, tá ið hann avloysti Sivert Gussiås.
Jóhan hevur higartil í ár skorað seks mál fyri næstbesta KÍ liðið, og hann hevur regluliga vant við Betrideildarliðnum, og nú hava hann og barndómsfelagið skrivað undir sáttmála, skrivar KÍ í kvøld og leggur dent á, at felagið fegnast um at síggja, hvussu Jóhan Josephsen mennist sum fótbóltsspælari og álopsspælari.