Tað er serligur dystur fyri Víking, sum í løtuni fyrireikar seg at spæla ímóti KÍ í Klaksvík, har Jóhan Hendrik Ellefsen fer at bríksla fyrstu ferð klokkan 15.
Liðformaðurin á liðnum hjá Víkingi er í dag, sum hann hevur verið nógvu tey seinastu árini, Atli Gregersen. Í dag er hann fyri 500. ferð á besta liðnum, sum fyrstu árini var GÍ, og síðani 2008 hevur verið Víkingur.
Í dag er Atli fyri 404. ferð við í landskappingardysti í fremstu røð. Fyrsti landskappingardysturin hjá honum í bestu deildini var flaggdagin í 2004 ella fyri 19 árum síðani, tá ið GÍ á heimavølli vann 3-2 ímóti ÍF.
Í dag er ein nýggjur maður á liðnum hjá Víkingi, tá ið sammett verður við 3-3 á útivølli mikukvøldið ímóti B68. Tað er Andreas Lava Olsen, ið var skiftur inn mikukvøldið, sum í dag er í álopinum. Árni Nóa Atlason, sonur 500 dystar jubilarin, er á beinkinum í dag.
KÍ venjarin hevur gjørt tríggjar broytingar sammett við mikudagin, tá ið KÍ vann 2-0 á Argjum. Nýggir á liðnum eru Mads Bo Mikkelsen, Luc Kassi og Heini Vatnsdal. Teir avloysa Vegard Forren, Deni Pavlovic og Sivert Gussiås, sum allir eru á beinkinum.