KÍ hevur fyri fjórðu ferð vunnið FM ferðasteyp til ognar

B36 motorurin brendi saman í oktober, og nú er neyðugt hjá árstalsfelagnum at fáa hjálp frá HB, um talan skal vera um altjóða fótbólt í 2024

Jóannes Hansen
29. oktober 2023 kl. 21:54

Kappingarárið endaði ikki akkurát soleiðis, sum tey í Klaksvík høvdu vónað. Fyri aðru ferð í ár tapti KÍ, tá ið 27. og síðsta umfar í landskappingini var á skrá. Aftur hesa ferð var úrslitið 2-1, og aftur hesa ferð var tað Víkingur, sum basti KÍ.

Sigurin hjá Víkingi var tann 13. á rað, og síðsta tapið hjá víkingunum var 10. juni, tá ið víkingarnir fóru úr Sørvági við 3-2 tapi. Síðani tá hevur Víkingur vunnið 13 sigrar við samantalda málmuninum 48-5! Víkingur hevur skorað 76 mál, sum er fleiri enn nakað annað felag hevur skorað, og tað er bara hjá KÍ, at færri mál eru farin ígjøgnum enn hjá Víkingi. KÍ málverjin hevur verið 19 ferð í meskunum eftir bóltinum, og málverjarnir hjá Víkingi og HB hava verið 23 ferðir í netinum eftir bóltinum.

Hóast framúr langa og sannførandi endaspurtin hjá Víkingi, so sigur talvan eftir 27 umfør, at KÍ er FM vinnari. At tað í 17 teimum fyrstu umførunum endaði við fullari úrtøku var kærkomið, tá ið tað í heyst var so nógv á skrá, at tað var neyðugt at raðfesta orkuna.

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen fekk í dag triðja árið á rað handað FM steypið. Ásetingarnar siga, at ferðasteyp verður vunnið til ognar, tá ið tað verður vunnið trý ár á rað ella tilsaman fimm ferðir. Tí er hetta FM steypið, sum P/F Betri Banki gav at kappast um í 2019, ogn hjá KÍ.

Hetta er fjórða FM ferðasteypið, sum KÍ vinnur til ognar. Tað fyrsta var í 1954 (KÍ var meistari í 1952, 1953 og 1954), tað næsta var í 1958 (KÍ var meistari í 1956, 1957 og 1958), tað triðja var í 1968 (KÍ var meistari í 1966, 1967 og 1968). Tað eru bara KÍ og HB, sum hava vunnið FM ferðasteyp til ognar. HB hevur vunnið fimm FM ferðasteyp til ognar.

HB avrikið hevur stóran part av árinum verið mett at vera miseydnað. Nú endaði HB við at vinna bronsukrónur og at kvalifisera seg at taka lut í Europa á sumri í 2024.

B36 avrikið hevur stóran part av árinum verið mett at vera væl og virðiliga góðtikið. Nú endaði B36 á fjórða plássi. Oktober fór heilt illa við B36, sum síðsta mánaðinum bara hevur vunnið ein av fýra dystum – 3-2 tap ímóti AB í dag, 0-0 á heimavølli ímóti KÍ, 3-1 heimasigur ímóti 07 Vestur og 6-0 tap á útivølli ímóti Víkingi. Tað ber við sær, at B36 ikki hevur tryggjað sær luttøku í Europa á sumri í 2024. Tann rætturin er nú knýttur at, um HB fer at vinna steypafinaluna ímóti B68. Finalan verður leygardagin. Um B68 verður steypavinnari, so verður tað B68 og ikki B36, sum vinnur atgongd til Europa. Um HB vinnur, so verður B36 við í Europa á sumri í 2024.

07 Vestur vann fyri fyrstu ferð fimta plássið, og fyri fyrstu ferð eydnaðist tað 07 Vestur at røkka 40 stigum.

Longu undan síðsta umfari var tað greitt, at AB var flutt niður. Kortini spældi AB í dag B36 eitt øgiligt puss. AB vann 3-2 ímóti B36.

Saman við AB flytur TB niður í næstbestu deildina. Harvið var steðgurin hjá TB í bestu deildini í hesum umfarinum bara eitt ár.

Eitt skifti vóru EB/Streymur, B68 og ÍF í vanda fyri at flyta niður. EB/Streymur var fyrsta av hesum feløgunum, sum slapp úr tronganum, og so var tað B68. Um tað leygardagin fer at eydnast B68 at vinna steypafinaluna ímóti favorittunum í HB, so verður talan um heilt gott B68 kappingarár.

Uppflytararnir í ÍF bjargaðu sær í dag enn eitt ár í bestu deildini. Tá ið útgangsstøðan verður havd í huga, so er tað ikki so torført at skilja, at fuglfirðingar eru ovurfegnir um, at tað á síðsta leikdegi varð gjørt av, at teir sleppa undan niðurflytingini.

KÍ – Víkingur 1-2 (0-1)

0-1: Finnur Justinussen 12.

1-1: Sivert Gussiås 57.

1-2: Sølvi Vatnhamar br 94.+

 

ÍF – B68 0-0

 

EB/Streymur – HB 0-1 (0-0)

0-1: Adrian Justinussen 63.

 

AB – B36 3-2 (2-1)

0-1: Bjarki C. Nielsen 16.

1-1: Brian Jakobsen 30.

2-1: Filip í Liða 36.

2-2: Bjarki C. Nielsen 71.

3-2: Brian Jakobsen 73.

 

 TB – 07 Vestur 0-1 (0-0)

0-1: Oddur í Haraldstovu Petersen br 81.

 

27

21

4

2

66

19

67

Víkingur

27

19

3

5

76

23

60

HB

27

18

4

5

68

23

58

B36

27

18

3

6

54

27

57

07 Vestur

27

12

4

11

42

41

40

EB/Streymur

27

7

4

16

25

53

25

B68

27

4

11

12

29

48

23

ÍF

27

6

2

19

23

67

20

AB

27

5

3

19

27

63

18

TB

27

4

4

19

15

61

16