Um tað gongur, sum KÍ ætlar, so fer Espen Haug at halda fram sum venjari hjá trífalda meistaraliðnum.
Norðlýsið skrivaði hesa søguna fyrrapartin, og góðar keldur vita at siga okkum, at hetta er ætlanin hjá KÍ.
Takið er at fáa formligu viðurskiftini upp á pláss. Formligu viðurskiftini eru, at Espen Haug hevur ikki pappírini, sum krevjast, at høvuðsvenjari skal hava. Fyri nú fleiri árum síðani var hann í holtur við útbúgvingina, og tað var komið har til, at tað restaði bara høvuðsuppgávan. Men so fór felagið á húsagang, og Espen Haug hevur ikki lokið útbúgvingina.
FSF ásetingarnar siga, at tað er loyvt venjara, sum ikki hevur hægstu útbúgving, í 60 dagar at vera høvuðsvenjari.
Í KÍ vil nevndin fegin hava Espen Haug at halda fram sum høvuðsvenjari. Tí er samskifti við norska fótbóltssambandið um, hvussu tað skal leggjast til rættis, at venjarin fer í holtur við og heilt skjótt fær høvuðsuppgávuna frá hondini. Hetta er nakað, sum FSF eisini skal góðkenna, og í Klaksvík vóna teir, at tað fer at bera til at vinna eina loysn sum skjótast, so tað ikki verður neyðugt at skifta venjara.
Ein annar møguleiki er, at felagið setir ein venjara aftrat, sum hevur hægstu útbúgving, men í Klaksvík raðfesta teir, at Espen Haug heldur fram í venjarastarvinum.
Tað verður ikki fyrr enn ella tá, at ein loysn er funnin, at KÍ fer at kunngera Espen Haug sum nýggjan høvuðsvenjara.
Tá ið KÍ fyrrapartin kunngjørdi, at felagið hevur keypt nýggjan svenskan miðverja, var tað Espen Haug, sum greiddi frá, hvør spælarin er og hvørjar dygdir hann hevur. Tað kundi bent á, at venjarin fer at halda fram í Klaksvík.
Espen Haug kom undan hesum kappingarárinum úr Norra at vera hjálparvenjari hjá Haakon Lunov. Teir komu ikki úr Norra sum eitt toymi, og tá ið felagið segði venjaran úr starvi, varð avtala gjørd við hjálparvenjaran um, at hann skuldi vera fyribilssettur venjari. Og nú sær tað út til, at hann verður høvuðsvenjari – um formligu viðurskiftini koma í rættlag.