Enn hevur einki verið at sæð til besta KÍ liðið hjá monnum á vøllinum í 2024. Meistararnir fóru í vetrarfrí eftir síðsta dystin í Europa Conference League. Dysturin var í Lille í Fraklandi hóskvøldið 14. desember. Leygardagin 16. desember var ferðalagið aftur í Føroyum. Tá vóru boðini frá venjaranum Magne Hoseth, at fyrsta venjingin eftir vetrarsteðgin fór at vera mándagin 22. januar.
Í dag er 9. januar, og tað vil siga, at tað eru smáar tvær vikur eftir av vetrarfrítíðini hjá KÍ spælarunum.
Sum tíðindini hava verið seinastu dagarnar, so sær tað út til, at tað ikki verður Magne Hoseth, sum fer at bjóða spælarunum væl komum aftur eftir væl uppiborna vetrarsteðgin. Norski KÍ venjarin er sáttmálabundin í Klaksvík í eitt ár aftrat, men tað kennist vera alt meiri sannlíkt, at hann ikki fer at halda fram í Klaksvík.
Start Kristiansand var longu í sambandi við umboðsmannin hjá KÍ venjaranum, meðan KÍ var í Fraklandi, og síðstu dagarnar hevur superligufelagið Lyngby verið í sambandi við venjaran.
Ætlanin var, at Magne Hoseth fór at vera aftur í Klaksvík síðsta sunnudag, sum var 7. januar. Íbúð er fingin til vega hjá venjaranum og familjuni at húsast í, men Magne er ikki í Klaksvík.
Í dag var KÍ venjarin til samrøðu við Lyngby Boldklub. Um talan skal verða um sáttmála millum KÍ venjaran og Lyngby Boldklub nú beinanvegin, so verður tað umvegis avtalu millum Lyngby og KÍ. Tí tá verður tað neyðugt at keypa venjaran leysan úr sáttmálanum við KÍ.
Einki er at ivast í, at KÍ leiðslan er kunnað um tað, sum gongur fyri seg. Og harvið man tað vera heilt sannlíkt, at tað verður arbeitt við at finna næsta KÍ venjaran. Áður hevur tað verið at hoyrt, at áhugin er stórur fyri at venja meistaraliðið, sum aftur í summar fer at spæla í Europa. Tí munnu teir í Klaksvík hava onkran lista, og tað kann fara at vísa seg, at tað fer ikki at taka so langa tíð at finna næsta venjaran.
Talan verður tá – sum tað var fyri einum ári síðani – um nýggja byrjan, og tað verður spennandi. Spurningurin er, um tað fer at eydnast eins væl, sum tað gjørdi í fjør.