Tíggju milliónir krónur.
So stórur er munurin á ítróttarligari viðgongd í Evropa og ítróttarligari mótgongd.
Í fyrraárið hevði KÍ ein umsetning upp á 17 milliónir krónur, har av 13 komu frá evropeiskum inntøkum, og orsøkin til tað var sera einføld. KÍ hevði undanvind í evropeisku kappingini, og tað er har sum peningurin er.
Men árið í fjør gjørdist øgiliga skallut í so máta.
Fyri tað fyrsta eydnaðist tað ikki KÍ at vinna meistaraheitið í 2020, og tí mátti KÍ taka til takkar við tí minstu evropeisku kappingini, Conference League.
Úrslitið í Riga var framúr, tí har vann KÍ 3-2, men heima gekk ikki heilt so væl, tí dysturin endaði við 3-2 sigri til gestirnar, men tað gjørdist ilt verri í longdu leiktíðini, tá Tomislav Saric skoraði til 4-2 til gestirnar og sendi KÍ úr kappingini longu í innleiðandi umfarinum.
Hetta hevur við sær, at inntøkurnar hjá KÍ ikki gjørdust tær somu sum árið fyri, og tí endaði árið við einum halli upp á 5,4 milliónir krónur. Tað er tíggju milliónir krónur verri enn árið fyri.
Dimma.fo hevur ikki fingið fatur á Tummasi Lervig enn, men sum skilst vóru lønarútreiðslurnar hjá KÍ umleið sjey milliónir krónur í fjør. Tað er á leið tað sama, sum árið fyri.
Les eisini: Formaðurin í KÍ: - Tað er í altjóða kappingini at pengarnir liggja