Tað er ikki greitt, hvørjar avleiðingar harðskapurin, sum Mikkjal Thomassen, venjari hjá føroyameistaranum KÍ, fær í felagnum – um tað fær nakrar.
Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, sigur seg einki vita um tilburðirnar, tá Mikkjal Thomassen næstseinasta vikuskifti fór at sláa frá hond í Havn. Dimmalætting veit í hvussu er um fýra ymiskar hendingar, har hann hevur framt harðaskap ímóti einum dómara í Betri deildini, einum fótbóltsleikara í Betri deildini, einum miðlafólki og einum málmansvenjara.
- Eg kenni ikki hetta málið. Yvirhøvur ikki, sigur Tummas Lervig.
Formaðurin í KÍ er yvirhøvur fámæltur, og hann vil als ikki taka støðu til, hvørjar avleiðingar ógvusligi býtúrurin kann fáa fyri venjaran. Tummas Lervig vil í fyrstani heldur ikki siga, um málið, nú hann er kunnaður um tað av Dimmalætting, yvirhøvur verður tikið upp við Mikkjal Thomassen.
Tráspurdur sigur Tummas Lervig tó, at harðskapur ikki verður góðtikin í felagnum, og at málið verður tikið upp innanhýsis.