KÍ fer til Moldova við stórum sjálvsáliti

Leikliga avrikið ímóti Sheriff var so sannførandi, at møguleikin enn einaferð at vinna á útivølli avgjørt ikki eigur at verða avskrivaður

Jóannes Hansen
24. august 2023 kl. 21:59

Tað endaði 1-1, tá ið KÍ á Tórsvølli í kvøld hevði vitjan av Sheriff úr Moldova. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og frá fyrsta bríksli, og til ein lítil tími var farin, var KÍ leikliga greitt omaná. Fyrr í summar hava europeisku mótstøðuliðini pressað KÍ væl meiri, enn moldoviska mótstøðuliðið gjørdi í kvøld.

Tað bar við sær, at KÍ var meiri á bóltinum, og KÍ spælararnir vístu, at teir eiga altjóða royndir, tí teir vóru skilagóðir og sinniligir.

Sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá ið KÍ legði seg á odda, og løtu seinni var møguleikin risastórur at økja um leiðsluna. Aftur var tað Odmar Færø, sum átti framleggingina úr høgru, og mitt fyri málinum var Jákup B. Andreasen púra leysur, tá ið hann úr sjey metrum og við høvdinum sendi bóltin ímóti málinum. Men málverjin bjargaði framúr væl, og so var tað, at mótstøðuliðið eitt lítið korter undan leikloki javnaði.

Akkurát, tá ið teir javnaðu, var einasta ferðin, at moldovarnir vóru fyri opnum máli. Næstu løtuna vóru teir leikliga omaná, og tað vóru spentar støður í og kring KÍ brotsteigin, men tað var ongantíð soleiðis, at KÍ málverjin noyddist at vísa, hvussu stinnur hann er.

-Vit áttu at havt vunnið. Vit spældu væl og myndaðu møguleikar í seinna hálvleiki. Vit mistu takið, tá ið vit høvdu skorað, og tað er spell, at vit ikki øktu um leiðsluna, sigur ein av heilt stinnu KÍ spælarunum, Odmar Færø, í samrøðu við Kringvarpið.

Og Magne Hoseth, KÍ venjarin, var nøgdur við avrikið hjá sínum monnum.

-Hetta var enn einaferð stórt altjóða avrik av okkara monnum, hóast tað í kvøld ikki eydnaðist so væl at vinna okkum til heilt upplagdar málmøguleikar. Tá ið eg sá, hvørjir tað vóru, sum mannaðu liðið hjá teimum, so kom tað ikki óvart á meg, at vit høvdu bóltin so nógv, sum vit høvdu. Teir høvdu tveir fínar álopsspælarar, og so vóru hinir verjukendir. Nú livir dysturin, og eg haldi, at vit sum undanfarnu ferðirnar eiga góða møguleika á útivølli, sigur KÍ venjarin.

KÍ – Sheriff 1-1 (0-0)

1-0: Patrick da Silva 52.

1-1: Ngom Mbekeli 73.