KÍ fer nú at spæla í Køge

Kvinnur: Mótstøðuliðið í morgun er heimaliðið HB Køge

Jóannes Hansen
9. september 2023 kl. 11:09

Klokkan 11.30 fer bólturin á rull á Køge stadion. Tað eru KÍ kvinnurnar, sum í europeisku meistarakappingini spæla ímóti HB Køge.

Í góðveðrinum í dag eru tað heilt fitt av KÍ viðhaldsfólki á Køge stadion.

Felags fyri hesi bæði feløgioni er, at tey mikudagin taptu ímóti stinnari mótstøðu.

Klokkan 15 fara Spartak Subotica úr Serbia og KuPS Kuopio úr Finnlandi at spæla bólkafinalu á sama vølli.

 

HB Køge – KÍ kl. 11.30

KÍ: Óluva Allansdóttir Joensen – Lóa Samuelsen, Birgit Ryan, Vár Johannesen, Tórun H. Joensen – Malena Olsen, Jancy Mohr, Eyðvør Klakstein – Tóra Mohr, Rebekka F. Benbakouro, Maria V. Johansen

Á beinkinum: Kata Fanni Turi, Ragna B. Patawary, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Sanna Svarvadal, Elspa Maria Zachariasen, Durita Hummeland, Jórun Patawary, Marjun Hjelm, Lena Maria Joensen

Venjari: Kristoffer Kvistgaard