Fyri løtu síðani varð lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í næsta umfari í Europa League.
Lutakastið í Europa League í dag lagaði tað soleiðis, at samantaldi vinnarin millum KÍ og Borac Banja Luka úr Bosnia Hersegovina, og KÍ fer at spæla ímóti samantalda vinnaranum millum danska meistaraliðið FC Midtjylland og Ferencváros úr Ungarn.
Í fjør spældi KÍ ímóti ungverska liðnum. Í Klaksvík endaði tað við málleysum javnleiki, meðan KÍ í Ungarn vann tiltiknan 3-0 sigur. Ta ferðina skoraði Árni Frederiksberg tvey mál, og Luc Kassi skoraði eitt mál.
Um KÍ ikki verður samantaldur vinnari ímóti Borac Banja Luka, so fer KÍ at halda fram í Europa Conference League, og har verður mótstøðuliðið HJK Helsinki úr Finnlandi ella FK Dečić úr Montenegro.
Hóskvøldið fer KÍ at spæla á heimavølli ímóti Borac Banja Luka úr Bosnia Hersegovina, og dysturin á útivølli verður hóskvøldið í næstu viku.