Nú er tað greitt, hvørjum trimum feløgum, Kí fer at spæla ímóti í Europa Conference League bólkaspælinum, sum verður í heyst.
Seks dystir eru á skránni – tríggir á heimavølli og tríggir á útivølli – og í UEFA lutakastinum nú seinnapartin fall luturin soleiðis, at mótstøðuliðini hjá KÍ eru franska Lille, Slovan Bratislava úr Slovakia og Olimpija Ljubljana úr Slovenia.
Ítróttarliga er talan um áhugavert lutakast skilt á tann hátt, at tað er møguleiki fyri, at kann vinna stig ímóti fleiri av hesum mótstøðuliðunum.
Í 2020 vann KÍ á skrivaraborðinum hjá UEFA 3-0 á heimavølli ímóti Slovan Bratislava. Í koronatíðini var talan bara um ein dyst. Tá ið Slovan Bratislava hópurin var komin til Føroya, vísti tað seg, at fleiri í ferðalagnum vóru smittað. Ásetingarnar søgdu, at so bar tað ikki til at spæla, og so fór slovakiska ferðalagið av landinum aftur við 3-0 skriviborðstapi í viðførinum. Tað var í Champions League, og KÍ helt fram i kappingini ímóti Young Boys úr Sveis, sum í Bern í Sveis vann 3-1. KÍ málskjútti til 2-1 var Jonn Johannesen.
Eftir tapið ímóti Young Boys helt KÍ fram í Europa League. KÍ vann 6-1 á heimavølli ímóti Dinamo Tbilsi úr Georgia, og tapti so avgerandi dystin um rættin at luttaka í bólkaspæli 3-1 á útivølli ímóti Dundalk FC úr Írlandi. Tá var tað Ole Erik Midtskogen, sum minkaði um munin til 2-1.
Nú er tað so greitt, hvørjum KI fer at spæla í bólkaspælinum í Conference League.
Dystardagarnir eru hósdagarnar
21. september
5. oktober
26. oktober
9. november
30. november
14. desember
Sum tað sæst á myndini, so fara Klæmint A. Olsen og hinir í Breiðablik at spæla ímóti Gent úr Belgia, Tel Aviv úr Ísrael og Zorya Luhansk úr Ukraina.
Her sæst, hvussu allir bólkarnir í Conference League eru mannaðir