KÍ fer at keypa fleiri spælarar aftrat

Í dag hava FM vinnararnir skrivað sáttmála við ein landsliðsspælara, og ætlanin er at keypa onkrar aftrat

Pætur J. Petersen saman við Rúna Heinesen, næstformanni í KÍ
Jóannes Hansen
16. desember 2023 kl. 17:54

Hóskvøldið spældi KÍ síðsta dystin í hesum kappingarárinum. Tað var, tá ið tað endaði við 3-0 tapi í Lille í Europa Conference League. Klokkan 20.05 í kvøld er ætlanin, at flogfarið við KÍ ferðalagnum úr Fraklandi fer at lenda í Vágum.

Samstundis sum ferðalagið í Fraklandi hevur feirað góða kappingarárið, so hevur felagið boðað frá, at sáttmáli er undirskrivaður við Pætur J. Petersen, sum síðstu árini hevur verið tætt at landsliðnum. Síðsta árið hevur hann verið á Akureyri og spælt við KA, men nú flytur hann til Klaksvíkar og KÍ.

Einasti KÍ nevndarlimurin, sum ikki hevur verið í Lille í hesi vikuni, er næstformaðurin Rúni Heinesen, og tað er hann, sum í dag og vegna KÍ hevur skrivað undir sáttmálan við Pætur J. Petersen.

Millum nýggju liðfelagarnar er Dan í Soylu, sum Pætur J. Petersen var liðfelagi hjá í HB, inntil hann fór til Íslands.

Tað er greitt, at fleiri av teimum, sum vóru við til at vinna FM til Klaksvíkar triðja árið á rað, fara ikki at halda fram í Klaksvík, og harvið er tað greitt, at tað er neyðugt hjá KÍ at finna nýggjar spælarar.

-Vit hyggja eftir trimum ella fýra føroyskum spælarum, og so kann tað vera, at vit nakað eftir ársskiftið fara at samráðast við onkran útlendskan spælara, segði Magne Hoseth fyrr í vikuni við Norðlýsið.

Í dag vísti tað seg, at Pætur J. Petersen var ein av føroysku spælarunum, sum teir í KÍ hava fylgt við. Kanska fer tað í jólavikuni at verða alment, hvørjir hinir báðir ella hinir tríggir fara at vera.

KÍ er fjórða felagið í bestu deildini, sum Pætur J. Petersen fer at umboða.

Í 2015, 2016 og 2017 spældi hann við B36, eftir summarsteðgin í 2017 og í 2018 spældi hann við EB/Streymi, og frá 2019 og fram til 2022 var hann í HB. Eftir ársskiftið í ár flutti hann til KA og Akureyrar. Pætur er skálvíkingur og barndómsfelagið var B71. Í 2014 spældi hann nakrar dystir við 1. deildarliðnum hjá B36.

Higartil hevur Pætur J. Petersen spælt 153 dystir og skorað 35 mál í bestu deildini. Í kappingini um løgmansteypið hevur hann spælt 21 dystir og skorað fimm mál, hann hevur spælt tríggjar stórsteypadystir, og í Europa hevur hann fyri føroysk feløg spælt 13 dystir og skorað trý mál, veit faroesoccer.com at siga. Pætur J. Petersen hevur spælt seks A-landsdystir, og á U21 landsliðnum hevur hann verið 10 ferðir.