Nú er tað mest sum greitt, at kapitlið hjá KÍ við Magna Hoseth sum venjara er liðugt. Magne Hoseth er samdur við Lyngby um tvey ára sáttmála, og í dag tingast KÍ og Lyngby um, hvussu nógv teir bláu í Lyngby skulu rinda teimum bláu í Klaksvík fyri at keypa venjaran leysan úr sáttmálanum, sum sigur, at Magne Hoseth er KÍ venjari til árslok í 2024.
Ein loysn verður funnin á tí spurninginum í dag. Talan verður um tað endurgjaldið, sum partarnir semjast um. KÍ er ikki áhugað í at forða venjaranum at fara har, sum hann hevur hug at fara. Hann var professionellur í Klaksvík í eitt ár, og nú stendur hugur og vilji hansara til aðra avbjóðing. Tá hevði tað ikki rigga, um KÍ leiðslan spenti ímóti.
Spurningurin er so, hvør verður nýggjur KÍ venjari. Svarið á tann spurningin arbeiða teir við í Klaksvík, og tað skilst, at tað fara ikki at ganga nógvir dagar, áðrenn tann spurningurin verður svaraður. Fyritreytirnar at finna nýggjan venjara eru væl betur, enn tær vóru, tá ið Mikkjal Thomassen eftir kappingarlok í 2022 fór úr venjarasessinum í Klaksvík.
At KÍ stóð seg væl í Europa og gjørdi av við bæði ungverska og svenska meistaraliðið og var um reppið at senda norska meistaraliðið úr kappingini vakti ans, og fleiri áhugaverd nøvn eru á listanum hjá KÍ.
At Mikkjal Thomassen varð útbúgvin venjari í Norra bar við sær, at tað varð gott samband millum norska fótbóltsumhvørvið og KÍ, sum seinnu árini hevur havt fleiri norskar spælarar á lønarlistanum og eisini venjarar og hjálparvenjarar. Tí kann tað væl hugsast, at nýggi venjarin verður norðmaður.
Eina lítla viku undan jólum kunngjørdi KÍ, at nýggjur hjálparvenjari var funnin. Tað er normaðurin Mads Kleiv, sum skal venja næstbesta liðið, og sum verður partur av venjaratoyminum hjá Betri-monnum, segði KÍ. Magne Hoseth hevði stóran fingur við í spælinum, tá ið hjálparvenjarin varð settur, og ein av spurningunum, sum nú fer at verða svaraður, er, hvussu tað verður við Mads Kleiv. Hann er sáttmálabundin í Klaksvík í tvey ár, men tað er áður sæð, at tá ið venjari skiftur felag, so fer hjálparvenjarin saman við honum.
KÍ spælararnir eru framvegis í vetrarfrí. Fyrsta venjingin í ár verður mánadagin 22. januar, og tá verður nýggjur venjari í Klaksvík.