Eftir 13 dystir í ársins landskapping hevur KÍ framvegis fulla úrtøku. Men tað letur til, at teir í felagnum, sum tvey tey seinastu árini hevur vunnið FM, og sum er suverent topplið í ársins landskapping, av álvara arbeiða við at styrkja um liðið.
Talan er um útlendskan styrk til tvær ódnir, nú tað av álvara er farið at styttast til, at KÍ fer at luttaka í europeisku meistarakappingini.
Annar av útlendsku spælarunum er málverji. Higartil í ár hava klaksvíkingar ikki verið hepnir við málverjum.
Annar av málverjunum er Rói Mørk Hentze. Hann er skaddur í knænum og hevur enn ikki verið á vøllinum í dysti fyri KÍ. Í løtuni rokna teir í Klaksvík ikki við honum.
Hin málverjin er Markus Olsen Pettersen úr Norra. Tá ið hann undan kappingarbyrjan flutti til Klaksvíkar, hevði hann undanfarnu árini ofta verið skaddur. Hann hevur higartil í ár vart KÍ málið í 11 dystum – í stórsteypadystinum, í einasta dystinum um løgmanssteypið hjá KÍ og í 9 landskappingardystum. Nú er hann skaddur og hevur ikki verið á vøllinum síðani 21. mai, tá ið KÍ vann 3-0 í Sørvági.
Síðani tá hevur Hannis Matras vart KÍ málið. Géza Tamás Turi, sum er 49 ára gamal málmansvenjari, vardi KÍ málið 14. mai, tá ið KÍ á útivølli vann 1-0 ímóti HB. Géza verður roknaður at vera málmansvenjari og bara neyðloysn sum málverji. Tí hevur KÍ í løtuni bara ein málverja, og tí verður arbeitt við at fáa ein málverja at kappast við Hannis Matras.
Síðstu árini eru flestu útlendsku spælararnir komnir umvegis Norra og til Klaksvíkar, og soleiðis sær tað eisini út til at vera í hesum førinum. Eftir 1-0 sigurin í Gundadali ímóti HB ljóðaði, at norski venjarin Magne Hoset hevði samband við málverja í Norra. Í gjárkvøldið visti nordlysid.fo at siga, at talan er um svenskan málverja, sum hevur spælt í Norra. Hann eitur Niels Jonatan Johansson, er 31 ára gamal og 1,91 metur høgur. Í 2023 hevur hann bara spælt amatørfótbólt, veit nordlysid.fo at siga.
Hin útlendski spælarin er Latis Issah Ahmed, sum KÍ fyri fleiri mánaðum síðani skrivaði undir sáttmála saman við. KÍ veit í kvøld at siga, at hann er 20 ára gamal og er ættaður úr Ghana. KÍ sigur, at ghanesiski spælarin er førur fyri at røkja øll plássini í vinstru. Hann hevur ongantíð áður roynt seg í europeiskum fótbólti, men í fjør var hann og royndarvandi í Viking Stavanger.
Tað hevur verið bíðað eftir at fáa formligu loyvini upp á pláss, men nú hevur hann fingið ferðavisa og verður eftir ætlan at síggja í Klaksvík eftir vikuskiftið, veit KÍ at siga.