KÍ fær bosniska mótstøðu

PAOK úr Grikkaland vann í kvøld 1-0 ímóti Borac Banja Luka, sum hósvkøldið verður mótstøðuliðið hjá KÍ

Jóannes Hansen
31. juli 2024 kl. 22:18

Tað verður Borac Banja Luka úr Bosnia Hersegovina, sum hóskvøldið um eina viku verður mótstøðuliðið hjá KÍ á Tórsvølli.

Í kvøld stóð pláss í Champions League upp á spæl, tá ið Borac Banja Luka átti heimavøll ímóti PAOK úr Grikkalandi. Grikska liðið vann fyri einari viku síðani 3-2 á heimavølli, og í kvøld vann PAOK 1-0 á útivølli og harvið samantalt 4-2.

Úrslitið ber við sær, at PAOK fer at spæla ímóti Malmö FF um pláss í Champions League, meðan Borac Banja Luka fer at spæla ímóti KÍ um pláss í Europa League.

Fyrri dysturin verður á Tórsvølli hósdagin 7. august, og hósdagin 15. august fer KÍ at spæla í Bosnia Hersegovina.    

Áðrenn KÍ um eina viku fær vitjan úr Bosnia Hersegovina, fara klaksvíkingar sunnudagin klokkan 15 at spæla landskappingardyst á útivølli ímóti 07 Vestur.