Í dag er KÍ ferðalagið farið av landinum. Málið er Tiraspol í Transnistria í Moldova. Har verður hóskvøldið finaludysturin um pláss í Europa League. Í síðstu viku endaði dysturin í Føroyum 1-1.
KÍ ferðalagið gistir í kvøld í Keypmannahavn. Í morgin verður ferðast umvegis Wien og til Moldova.
Sammett við ferðalagið, sum var avstað, tá ið KÍ spældi í Ungarn, Svøríki og Norra, so eru færri fólk í ferðalagnum hesaferð. Higartil hava tað verið 23 spælarar. Í morgin vera tað 20 spælarar í flogfarinum, tá ið tað lættir úr Kastrup við kós ímóti Wien. Umframt spælararnar eru fýra venjarar – Magne Hoseth, høvuðsvenjari, Daniel Berg Hestad og Sjúrður Jacobsen, hjálparvenjarar, og Géza Támas Turi, málmansvenjari. So eru tað liðleiðarar, fysioterapeutar, lækni og nevndarlimir/ferðaleiðarar. Tilsaman telur ferðalagið 33 fólk.
Hesaferð eru eingir áskoðarar í KÍ ferðalagnum.
Dysturin verður hósdagin klokkan 18 føroyska tíð á Sheriff Stadion í Tiraspol. Dómarin er úr Turkalandi, og hann eitur Halil Umut Meler.