Sunnudagin fer landskappingin í summarfrí. Leygardagin og sunnudagin verður 15. umfar á skrá, og fyri tey fýra, sum í juli fara at luttaka í Europa, er ólavsøkuumfarið – sum er tað 16. – longu avgreitt.
Í dag vaks fjarstøðan millum tey bæði fremstu úr sjey stigum og upp í 10 stig.
HB er næsti avbjóðarin, um tað ber til at tosa um avbjóðarar, hjá KÍ, og sunnudagin verður HB gestur í Klaksvík. KÍ hevur verið í Gundadali fyrr í ár og spælt ímóti HB, og tá vunnu gestirnir 1-0.
Einaferð man KÍ fara at tapa aftur. Um tað ikki verður sunnudagin, og um KÍ aftur fer at vinna fulla úrtøku ímóti HB, so verður fjarstøðan millum tey bæði fremstu 13 stig – 12 stig um B36 leygarkvøldið vinnur í Fuglafirði – og so verður gullspurningurin í landskappingini avgjørdur, áðrenn ólavsøkuumfarið tørnar fyri.
Tá ið KÍ higartil einki stig hevur tapt, so er tað torført at ímynda sær, at FM favorittarnir seinna helmingin av kappingini fara at missa 10 stig fleiri enn tey, sum royna at hanga í, men bólturin er framvegis rundur.
Meðan FM spenningurin tykist vera burtur, so er tað størri spenningur um atgongumerkini at vera við í Europa, enn tað hevur verið nógvu tey seinastu árini. 07 Vestur vísti í dag, at tað skal roknast við vágamonnum, uttan mun til hvør mótstøðan er, og nú verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at laga seg mikukvøldið, tá ið fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini vera, og HB aftur fer vestur í Vágar.
At AB tapti á jóansøku ber við sær, at argjamenn liggja tungt í sjónum, og at TB hevur størri møguleika at endurvinna plássið í bestu deildini, enn nakar hevði ímyndað sær, tá ið TB í fjør flutti upp.
B68 hevur ikki vunnið fulla úrtøku seks tær seinastu ferðirnar, og ÍF hevur tapt átta tær seinastu ferðirnar.
Hóast EB/Streymur tapti 2-1 á útivølli ímóti B36, so var hugburðurin og avrikið av sovornum slagi, at teir í Sundalagnum og á Eiði neyvan fara at verða tyngdir av hóttanini av niðurflyting.
Víkingur – ÍF 5-0 (2-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar 36.
2-0: Olaf Bárðarson 38.
3-0: Martin Klein Joensen 46.
4-0: Jákup Johansen 64.
5-0: Martin Klein Joensen 91.+
B68 – KÍ 1-2 (1-2)
0-1: Luc Kassi 34.
0-2: Jákup B. Andreasen 39.
1-2: Villiam Klein 44.
07 Vestur – HB 2-1 (1-0)
1-0: Jasper Van Der Heyden 16.
1-1: Mads Borchers 51.
2-1: Janus Svabo Samuelsen 63.
B36 – EB/Streymur 2-1 (1-1)
0-1: Hans Pauli á Bø 10.
1-1: Bjarki C. Nielsen 11.
2-1: Valerijs Sabala 49.
TB – AB 3-2 (0-1)
0-1: Ragnar Skála 4.
1-1: Nikolei Johannesen 52.
2-1: Nikolei Johannesen br 73.
3-1: Samudeen Musah 86.
3-2: Brian Jakobsen 96.
KÍ | 15 | 15 | 0 | 0 | 42 | 8 | 45 |
HB | 15 | 11 | 2 | 2 | 37 | 8 | 35 |
B36 | 15 | 11 | 0 | 4 | 31 | 15 | 33 |
Víkingur | 15 | 7 | 3 | 5 | 33 | 18 | 24 |
07 Vestur | 14 | 7 | 1 | 6 | 24 | 22 | 22 |
EB/Streymur | 14 | 4 | 1 | 9 | 11 | 26 | 13 |
TB | 14 | 3 | 3 | 8 | 9 | 32 | 12 |
B68 | 14 | 2 | 5 | 7 | 12 | 25 | 11 |
ÍF | 14 | 3 | 0 | 11 | 12 | 33 | 9 |
AB | 14 | 1 | 1 | 12 | 7 | 31 | 4 |
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið
Mikudagin 28. juni
EB/Streymur – B68: Dagfinn Forná kl. 18.00
07 Vestur – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30
Betri Deildin
Leygardagin 1. juli
ÍF – B36: Heini Ziskason Viðoy kl.
AB – 07 Vestur: Petur Reinert kl. 15.00
TB – B68: Bjarki Danielsen kl. 15.00
Sunnudagin 2. juli
KÍ – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
EB/Streymur – Víkingur: Rani A. Skaalum kl.