KÍ er meistari fyri 21. ferð

Trivaligur heimasigur ímóti ÍF og størsta B36 tap í 32 ár ber við sær, at klaksvíkingar trý umfør undan kappingarloki hava tryggjað sær FM heitið

Jóannes Hansen
1. oktober 2023 kl. 19:07

Tað er fagnaður í Klaksvík. Eftir síðsta bríksl í heimadystinum hjá KÍ ímóti ÍF, sum klaksvíkingar vunnu 5-0, var fýrverk, og eftir fagnaðin úti á vøllinum vórðu áskoðararnir bjóðaðir undir tak til í eina løtu saman við spælarum og nevnd at fegnast um FM hetið, sum er tað 21. hjá KÍ.

Eftir fyrra hálvleik var støðan 4-0, og eftir steðgin vóru klaksvíkingar í bíðirøð fyri at royna at skora, men tað var ikki fyrr enn fram ímóti dystarloki, at óføru fuglfirðingarnir enn eina ferð noyddust í meskarnar eftir bóltinum.

Fyrsta bríksl í Klaksvík var eitt korter seinni enn í Gøtu, har B36 var gestur. Treytirnar fyri, at KÍ longu í dag kundi tryggja sær FM heitið, vóru, at KÍ á heimavølli í dag vann í hvussu so er eitt stig meiri enn B36 vann í Gøtu.

Í fyrra hálvleiki var tað einki, sum bendi á, at tað ikki fór at verða spenningur í fram til dystarlok í Gøtu, tí hálvleiksstøðan var 1-0 til Víking. Men eftir steðgin fór B36 heilt í kolkjallaran, og Víkingur vann 6-0. Hetta er størsta B36 tap í 32 ár. 4. august í 1991 tapti B36 grannauppgerð í Gundadali ímóti HB 8-2. Síðani tá hevur B36 ongantíð tapt við seks málum – fyrr enn í dag.

2023 FM heitið hjá KÍ er tað triðja á rað. KÍ vann eisini FM í 2021 og 2022. Hetta er fjórða FM heitið í fimm ár, tí KÍ var eisini meistari í 2019, meðan HB var meistari í 2018 og 2020.

At Víkingur vann øll stigini ímóti B36 ber við sær, at tað nú av álvara er spenningur um, hvør fer at vinna silvur og bronsukrónurnar. Í dag vann Víkingur fyri 10. ferð á rað, og B36 tapið var tað fyrsta síðani 10. juni, tá ið grannauppgerð ímóti HB endaði við 1-0 tapi.  

Í botninum er spenningurin stórur um, hvør fer at flyta niður. Við 1-0 sigri á útivølli ímóti TB syrgdi EB/Streymur fyri, at felagið eisini í 2024 verður partur av bestu deildini.

Úrslitini hetta vikuskiftið leggja upp til, at tað fyrst og fremst verður innanhýsis kapping millum TB, ÍF og AB um, hvat av hesum trimum feløgunum fer at sleppa undan at flyta niður.

24

21

2

1

64

16

65

B36

24

17

2

5

49

23

53

Víkingur

24

16

3

5

63

22

52

HB

24

15

4

5

61

22

49

07 Vestur

24

11

4

9

40

36

37

EB/Streymur

24

7

3

14

25

44

24

B68

24

4

9

11

27

43

21

TB

24

4

4

16

14

55

16

ÍF

24

5

0

19

22

67

15

AB

24

4

1

19

21

58

13

  1. umfar

Sunnudagin 8. oktober

ÍF – EB/Streymur

B68 – Víkingur: Heini Ziskason Viðoy kl. 15.00

B36 – 07 Vestur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

AB – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 15.00

TB – HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00

Seinna hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið

Mikudagin 4. oktober

HB – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 18.00