KÍ er framvegis á heiðursmerkjaplássi

Liðformaðurin hjá meistarunum noyddist av vøllinum við Margáir nakrar minuttir undan steðginum, og endaði á sjúkrahúsinum, tá ið liðfelagarnir akkurát megnaðu at vinna fulla úrtøku ímóti EB/Streymi

Jóannes Hansen
30. apríl 2024 kl. 21:40

KÍ vann í kvøld fulla úrtøku í síðsta dystinum í sjeynda umfari. Tað var við Margáir í Streymnesi, at klaksvíkingur vunnu 1-0.

Vongverjin í høgru Jóannes K. Danielsen skoraði sigursmálið tíggju minuttir undan steðginum.

Serliga sum seinni hálvleikur leið spenti heimaliðið álopsbogan, og í fleiri førum var tað tætt við, at EB/Streymur skoraði. Men KÍ megnaði at halda tætt, og fyri triðju ferð í ár fóru meistararnir av vøllinum við fullari úrtøku, uttan at hava latið mál fara ígjøgnum.

KÍ hevur 15 stig og er á triðja plássi. Leygardagin fáa teir í Klaksvík vitjan av 07 Vestur.

EB/Streymur er á áttanda plássi við fýra stigum. Men teir í Sundalagnum vóru knáir. Nú hava teir tapt við einum máli á útivølli ímóti HB og á heimavølli ímóti KÍ. Leygardagin fáa teir vitjan av oddaliðnum Víkingi.

Skuggin yvir dystinum í kvøld og serliga fyri KÍ var, at KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen nakrar minuttir undan steðginum noyddist skaddur av vøllinum. Í nærdysti varð hann skaddur í sama fóti, sum hann inntil fyri stuttum var so illa skaddur í, at hann ikki var førur fyri at spæla frá fyrsta umfari, tá ið KÍ á heimavølli vann 6-0 ímóti ÍF og inntil mikudagin í síðsta viku, tá ið KÍ á heimavølli tapti 3-2 ímóti HB í steypakappingini. Ta ferðina var Jákup B. Andreasen á vøllinum í 70 minuttir.

Jákup B. Andreasen fór beinanvegin, sum hann var skiftur út, til Klaksvíkar at vera kannaður á sjúkrahúsinum. Enn er ikki greitt, hvussu meinan skaða talan er um. Jákup verður neyvan á KÍ liðnum leygardagin ímóti 07 Vestur, og spurningurin er, um hann verður tøkur, tá ið KÍ annan sunnudag fær vitjan av toppliðnum Víkingi.

EB/Streymur – KÍ 0-1 (0-1)

0-1: Jóannes K. Danielsen

Bjarki Danielsen kl. 18.00

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Virgar Jónsson, Tóki H. Johannesen – Jens Erik Bruhn, Emil Weihe Joensen, Robert Marcus, Suni Herman Petersen – Filip Djordjevic

Venjari: Sigfríður S. Clementsen

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Børge Petersen, Cedric Yambéré, Latif Ahmed – Claes Philip Kronberg, Jákup B. Andreasen, René S. Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Pætur J. Petersen

Víkingur

7

7

0

0

21

3

21

HB

7

6

0

1

15

5

18

7

5

0

2

15

6

15

NSÍ

7

4

0

3

14

10

12

B36

7

3

2

2

14

11

11

07 Vestur

7

3

2

2

10

11

11

Skála

7

2

1

4

11

13

7

EB/Streymur

7

1

1

5

9

13

4

B68

7

0

1

6

3

15

1

ÍF

7

0

1

6

6

31

1

8 umfar

Leygardagin 4. mai

KÍ – 07 Vestur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30

B68 – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

EB/Streymur – Víkingur: Jákup Øssursson Mohr kl. 18.00

Sunnudagin 5. mai

ÍF – Skála: Alex Troleis kl. 15.00

HB – B36: Dagfinn Forná kl. 17.00