KÍ álopið verður styrkt

KÍ og Patrik Johannesen hava skrivað undir sáttmála, sum fevnir um trý tey næstu árini

ki.fo
31. oktober 2024 kl. 18:58

Patrik Johannesen er aftur í Klaksvík og KÍ. Tað boðar KÍ frá í kvøld.

KÍ skrivar soleiðis:

Eftir útlegd í fýra ár vendir tvørámaðurin heimaftur til Djúpumýrar

Har gott fólk er, kemur gott fólk afturat. Patrik Johannesen hevur nú avgjørt at koma aftur til Klaksvíkar.

- Eg kenni á mær, at hetta er rætta løtan at koma heim aftur til Føroyar. Eg havi góð minnir úr Klaksvík. KÍ er tað størsta og besta felagið í landinum og tað vil eg verða ein partur av, sigur Patrik í stuttari viðmerking til ki.fo.

Patrik hevur drúgvar royndir í føroyskum og útlenskum fótbólti. Eftir hann var í KÍ í 2019 og 2020, gekk leiðin til Egersund, síðan Keflavík og higani til meistarliðið, Breiðablik. 

Við Patrik fær KÍ ein royndan leikara, sum vit vita er arbeiðsamur, málsøkin og ein góður liðfelagi og sum hevur dygdir í øllum álopsplássum. Sáttmálin við Patrik er fyri komandi trý árini, skrivar KÍ í kvøld.