Keypti fimm lundar fyri 4.100 krónur á uppboðssølu í Hvalba

Hugurin at bjóða var sera góður, tá ið Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag hevði uppboðssølu í gjárkvøldið. Nógv sum bjóða, gera tað mest fyri at stuðla einum góðum endamáli - og prísurin er hareftir 

Frá uppboðssøluni í gjárkvøldið. Myndin er frá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag
Áki Bertholdsen
13. oktober 2024 kl. 10:10

Í gjárkvøldið hevði Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag uppboðssølu av seyði og øðrum frá slaktinum, umframt ymiskt annað forkunnugt. 

Og nú alt er gjørt upp, siga tey, at tey eru sera væl nøgd, tí uppboðssølan gav 82.600 krónur, sum er eitt rættiliga munagott íkast til raksturin av felagnum, sum - eins og øll onnur bjargingarfeløg kring landið - ger eitt sera stórt arbeiði, sum eingin vil vera fyri uttan.

Fyri ein stóran part noyðast bjargingarfeløgini at dúva upp á stuðul frá privatum og tað var eitt lið í hesum, at Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag hevði uppboðssølu í gjárkvøldið.

Og tey eru væl nøgd við úrslitið. Í fjør gav uppboðssølan kortini væl meiri tí tá komu 100.200 krónur inn. Men tá høvdu tey eisini nógv meiri at selja.

Og ikki kann sigast annað enn at hugurin at bjóða var stórur - og helst er hugurin serliga stórur av tí at peningurin fer til bjargingarfelagið og tí bjóða fólk líka nógv fyri at stuðla felagnum, sum tey bjóða fyri at fáa okkurt forkunnugt í boksina.

Eitt dømi er, at ein veðrur fór fyri 6.800 krónur, men tað besta dømi er, tá ið kappbjóðing varð um fimm lundar  - og tá ið hamarin fall var boðið komið upp á ørandi 4.100 krónur - men tá vóru teir eisini grýtuklárur.

Annars fáa bjargingarfeløgini kring landið fýra milliónir á fíggjarlógini, umframt at Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg eisini fær stuðul.