Í hesum døgum arbeiðir Keypmannahavnar kommuna, við at bera út eitt nýtt slag av ruskíløtum til øll húsarhald í kommununi. Talan er um eina serliga ruskspann, ið bert er ætlað til lívfrøðiliga niðurbrótiligt rusk.
Lívfrøðiliga niðurbrótiligt rusk - á donskum "bioaffald" - er so at siga allur matur. Alt frá frukt og grønmeti, grýn, rís, kjøt, bein og mangt annað. Eisini er í lagi at blaka ymiskt ið hevur havt samband við mat í hesa spannina. M.a. kaffifiltur og teposar.
Ruskið sum fer í hesar spannirnar skal endurnýtast og gerast til biogass og tøð. Biogass verður nýtt til at skapa streym og hita. Tøðið skal brúkast til danska landbúnaðin, so tað er minni brúk fyri kunsttøði.
Til hesar ruskspannirnar skulu serligar posar nýtast, ið eisini eru lívfrøðiliga niðurbrótiligir.
Hetta nýggja átakið er gjørt sum liður í, at fáa Keypmannahavnar kommunu at, í enn størri mun, nýta grønar, umhvørvisvinarligar loysnir.