Ongi úrslit

Kent vertshús til sølu

Millum føroyingar er vertshúsið Hong Kong sera kent. Nú er kenda vertshúsið í Nýhavnini sett til sølu

Sigurjón Einarsson
20. apríl 2021 kl. 15:57

Føroyingar, ið hava havt nokkso ringt við at finna sær leiðina heim, eftir eina heldur váttliga nátt á Skarv, eru ofta endaði í Nýhavnini, har Hong Kong heldur til.

Hong Kong, sum er eitt víðagitið vertshús og hevur sæð og upplivað eitt sindur av hvørjum, er nú sett til sølu.

Men skalt tú hava fingrarnar á skeytið til Hong Kong í Nýhavn 7, so ert tú noyddur at fara djúpt í lumman.

Keypsprísurin fyri vertshúsið er settur til 7,25 milliónir krónur, umframt eina mánaðarleigu á 51.912 krónur, men afturfyri fært tú eitt petti av Danmarkar-søgu við í keypinum.

Tað var í 1946, at vertshúsið lat upp undir navninum Kasino, og í 1952 fekk tað navnið Hong Kong. Sjálvur bygningurin er frá tíðarskeiðnum millum 1674 og 1694. 

Til ber at lesa meira um vertshúsið her.

Mest lisið hesa vikuna

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

22 tímar síðan