Kendur fótbóltsumboðsmaður er deyður

Nokk tann kendasti fótbóltsumboðsmaðurin Mino Raiola er deyður. Tað upplýsa fleiri miðlar

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
28. apríl 2022 kl. 13:20

(Dagføring 14:44): Raiola er kortini ikki deyður, hóast fleiri altjóða miðlar høvdu boðað frá hesum: https://www.dimma.fo/grein/mino-raiola-a-twitter-eg-eri-a-livi

Ein av kendastu – um ikki tann kendasti – fótbóltsumboðsamaðurin Mino Raiola er deyður. Hann bleiv 54 ár.

Tað skriva fleiri italskir og altjóða miðlar - millum annað stóra italska ítróttarblaðið Gazzetta dello Sport.

Mino Raiola varð innlagdur fyri lungasjúku í januar, men tað er óvist júst hvat orsøkin til deyði hansara er.

Italski umboðsmaðurin var sera kendur í fótbóltsheiminum, og hann hevur eisini umboðað nakrar av teimum heilt stóru fótbóltsstjørnunum seinastu árini.

Italiumaðurin var millum annað umboðsmaður fyri Erling Haaland, Paul Pogba, Gianluigi Donnarumma, Zlatan Ibrahimovic og Mattihijs de Light.