Fyriskipararnir handan Tórfest hava í dag kunngjørt, at kendi danski plátuvendarin, Hedegaard, verður at hoyra á Tórsfest í summar.
- Rasmus Hedegaard útgav fyrsta lagið í 2011, og síðani tá hevur hann útgivið fleiri hitt innan elektroniska heimin. Hann hevur inntil víðari garvillar 1,4 milliardir spælingar á ymsu stroymingtænastunum, skriva fyriskipararnir.
- Millum annað hevur hann gjørt lagið ‘Happy Home’ saman við Lukas Graham, og lagið ‘Twerk it Like Miley’ saman við Christoper, og hevur hann javnan ligið ovast á hittlistum kring heimin.
- Hann hevur plátukontrakt við internationalum plátufelag, hann hevur komandi konsertferðir á skrá í bæði Asien og USA, hann hevur nýggjar útgávur á veg, ein pakkaðan kalendara til festivalar í summar, og nú kemur hann til Føroya mitt í øllum. Vit eru heppin og vit gleða okkum, skriva fyriskipararnir av Tórsfest.
Eitt av løgunum, sum gjørdi Hedegaard kendan í Danmark, var hansara remix av kenda rapplagnum The Next Episode. Lagið, sum kann hoyrast niðanfyri, hevur 26 milliónir spælingar á YouTube.