Kendur amerikanskur ítróttarjournalistur deyður í Qatar

Grant Wahl small um tá dysturin millum Argentina og Holland, fríggjakvøldið, fór í longda leiktíð.

Mynd: Grant Wahl á Twitter
Helgi Hoydal
10. desember 2022 kl. 12:03

Tey fyrstu boðini benda á, at 48-ára gamli tíðindamaðurin fekk ein hjartatilburð, hóast myndugleikarnir ikki hava váttað hetta enn, skrivar BBC.

Grant Wahl var í andglettinum fyri nøkrum vikum síðan, tá hann varð steðgaður av løgregluni í Qatar. Hann varð steðgaður, tí hann royndi at sleppa inn á ein leikvøll, meðan hann var í eini ælaboga-littari troyggju, fyri at stuðla rættindum hjá LGBT.

Tað er forboðið at vera samkyndur í Qatar, og tað kann sektast við fongsli upp í fleiri ár.

Kent andlit í Amerika

Grant Wahl var ein av kendastu fótbóltsjournalistum í USA. Hann hevur sett sjóneykuna á, og verið við til at økja um áhugan hjá amerikanarum fyri fótbólti seinastu mongu árini.

Hann hevur millum annað arbeitt fyri Sports Illustrated, og CBS Sports, sum eru risar í amerikonskum ítróttartíðindum.

Bloggaði um strongd

Síðan HM í fótbólti fór av bakkastokki, hevur Wahl bloggað um heimsmeistaraskapið í Qatar. Hann greiddi frá um strongd og hvussu hann ikki hevði tað gott. Sambært norska kringvarpinum NRK, skrivaði hann millum annað:

“Tað er hetta við trimum vikum tá man svevur lítið, man er stressaður og arbeiðir allatíð, sum ger at kroppurin sigur, nú er nokk. Tað sum byrjar sum krím, er seinastu tíggju dagarnir blivið nakað heilt annað”

Tá Grant Wahl small um undir dystinum fríggjakvøldið, fekk hann læknahjálp alt fyri eitt, og varð fluttur á sjúkrahús meðan hann fekk viðgerð.

Celine Gounder, kona Grant Wahl, skrivar á Twitter:

-          Eg eri takksom fyri stuðulin sum eg havi fingið frá vinum, og stóru fótbóltsfamiljuni sum Grant hevur fingið gjøgnum árini. Eg eri í sjokk, skrivar kona hansara.