Ken Hensley í Sólorku

Í Easy Livin’-vikuni í heyst kemur Ken Hensley at vitja føroyska ferðatilboðið Sólorku í Suðurspania. 31. oktober fáa gestirnir hjá Sólorku

Leif Láadal
23. mai 2017 kl. 08:14

Í Easy Livin’-vikuni í heyst kemur Ken Hensley at vitja føroyska ferðatilboðið Sólorku í Suðurspania. 31. oktober fáa gestirnir hjá Sólorku eitt serligt kvøld saman við fyrrverandi oddamanninum í Uriah Heep í pálmalundini í grannalagnum.

Ken Hensley, sum skrivaði bæði Easy Livin’ og nógv onnur hit, fer at greiða frá lívi og yrkisleið síni. Hann fer eisini at hava konsert. Hetta verður ein solo-framførsla, har Hensley syngur og spælir guitara og klaver - tey bæði ljóðførini, sum fjeppararnir kenna hann fyri.

Hugnaløtan 31. oktober varir í einar tveir tímar, og er eitt eksklusivt tiltak, sum bert er fyri sólorku-gestir.