Kekkar komu akkurát úr tronganum

Heilt tilvildarligt brotsspark eitt korter undan leikloki ímóti besta føroyska spælaranum kostaði javnleikin í Kekkia

Nógvar sovornar støður vóru í 1. hálvleiki. Mynd: David W Cerny/Reuters/Ritzau Scanpix
Jóannes Hansen
15. oktober 2023 kl. 19:30

Hóskvøldið var avrikið einki at reypa av, og tá varð leitað eftir hugburðinum, sum altíð eigur at síggjast, tá ið Føroyar dystast við stóru fótbóltstjóðirnar í Europa.

Ta ferðina var úrslitið á heimavølli 2-0 tap ímóti Póllandi. Í kvøld vóru Føroyar á útivølli ímóti Kekkia. Úrslitið var, at Kekkia vann 1-0.

Tað man vera langt síðani, at føroyska liðið hevur verið undir sovornum trýsti, sum tað støðugt var undir í øllum 1. hálvleiki.

Føroyska verjuspælið var sera væl skipað, og Odmar Færø var, sum hann hevur verið í bæði landsdystum, og tá ið KÍ hevur verið í Europa, stóri skansin.

Fyrstu trý korterini var bólturin mest sum støðugt í og kring føroyska brotsteigin, men tað var sjáldan ellar rættari ongantíð, at tað eydnaðist teimum at spæla seg til upplagdar møguleikar.

Eftir steðgin linkaði trýstið, og so bar tað føroyska liðnum til at samanspæla, hóast mótstøðumenninir vóru ágangandi. Føroysku spælararnir orkaðu eins væl og mótstøðumenninir, og tað riggaði fleiri ferðir at venda og spæla seg úr trýstinum. Sølvi Vatnhamar varð spældur leysur í høgru, men drálaði ov leingi, og so var blokerað, og so vóru onkrar spentar støður eftir innlegg.

-Vit eru øgiliga vónbrotnir, tí vit roknaðu við møguleikanum, at tað bar til at vinna eitt stig. Vit vistu, at tað fór at vera tungt, men vit dugdu væl at verja í smáum økjum í verjuspælinum, og tað eydnaðist fyri tað mesta. Tí var tað so harmuligt, at teir eitt korter undan leikloki fingu tilvildarligt brotsspark og skoraðu, sigur René Shaki Joensen í samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe í Kringvarpinum.

Heimamenninir raktu tvær ferðir í træverkið aftanfyri sera trygga Mattias H. Lamhauge í føroyska málinum. Sum seinni hálvleikur leið vóru teir strongdir, og nú vóru tað teir, sum góvu sær góðar stundir, meðan føroysku spælararnir vístu, at teir framvegis eiga evni at samanspæla og flyta seg longri fram á vøllin.

-Vit stríðast fyri lívinum í 1. hálvleiki, tá ið teir vóru sera grammir. Teir hava tað fyri at leggja bragdliga fyri. Eitt nú vóru teir frammanfyri 2-0 eftir fýra minuttir, tá ið teir spældu ímóti Póllandi. Eftir steðgin vóru vit væl betri við. Okkara tordu og fingu loyvi at spæla, og fimm minuttir undan, at teir skoraðu, kendist tað sum um, at hetta kundi koppa okkara veg, tí tað hoyrdist, at teir vóru frustreraðir. So fingu vit fyri fjórðu ferð í ár brotsspark ímóti okkum, og tað kostaði eitt stig, sigur Håkan Ericson landsliðsvenjari í samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe í Kringvarpinum, og hann heldur fram:

-Vit skiftu fýra spælarar, og teir, sum nú fingu kjansin, stóðu seg væl, og segði seg vera væl nøgdan við miðverjan Andrias Edmundsson og álopsspælaran Pætur J. Petersen, sum í kvøld fingu møguleikan millum teir fyrstu ellivu.

Kekkia – Føroyar 1-0 (0-0)

EM undankappingardystur á Doosan Arena í Plzen í Kekkia sunnudagin 15. oktober 2023 kl. 18.00

1-0: Tomáš Souček 76.

Dómarakvartett úr Norra: Rohit Saggi, Morten Jensen, Anders Olav Dale og Kai Erik Steen (4. dómari)

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – René Shaki Joensen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar Andras Johansen, 84.), Brandur Hendriksson Olsen, Jákup B. Andreasen (Klæmint A. Olsen, 84.), Ári Mohr Jónsson (Jóannes Bjartalíð, 58.) – Pætur J. Petersen (Jóan Símun Edmundsson, 77.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Magnus Egilsson, Petur Knudsen, Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Stefan Radosavljevic

Venjari: Håkan Ericson

Hjálparvenjari: Eli Hentze

Málmansvenjari: Jákup Mikkelsen