Keðilig tíðindir fyri Lionel Messi

Felagið hjá Messi, Inter Miami, kappast um eitt pláss í endaspælinum í amerikonsku MLS

Ragnar Sjúrðarson
22. september 2023 kl. 13:45

Lionel Messi fekk náttina til hósdag comeback fyri Inter Miami, men tað gekk ikki long tíð til heimsmeistarin mátti av vøllinum við ókendum skaða.

Messi byrjaði inni, hóast hann í undanfarnu viku misti ein dyst fyri Argentina og ein fyri Inter Miami tí hann var troyttur.

Men tá dysturin einans var 37 minuttir gamal mátti Messi av vøllinum við tí, ið verður rópt einum ókendum skaða.

Skaðin hjá argentinska gandakallinum kundi ikki ligið verri fyri, nú Inter Miami kappast um eitt pláss í endaspælinum í amerikonsku MLS.

Tað eru fimm stig upp til DC United á níggjunda plássi, sum tó hevur leikt tveir dystir fleiri.

Feløgini, ið enda nummar átta og níggju, skulu spæla playoff dystir um at koma í endaspæli.

Tað skrivar TV 2.

Tað er ikki einans Messi, ið hevur verið plágaður av skaðum.

Fyrrverandi lyklaleikarin hjá FC Barcelona Jordi Alba, sum hevur spælt saman við Messi í Barcelona, mátti fara av vøllinum við einum skaða eftir einans 35 minuttir.