Kavi á fótbóltsvøllum: Avgerð verður tikin seinnapartin í morgin

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta allar dystirnar í 3. umfari í 1. deild hjá monnum. Hvussu verður við øðrum kappingum um vikuskiftið, verður avgjørt aftaná døgurða í morgin, fríggjadagin

Á Tórsvølli liggur eisini nógvur kavi í hesum døgum (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Hans Erik Danielsen/fsf.fo
16. mars 2023 kl. 14:59

Tað sær ikki út til at verða í bræði, at føroyski veturin vil sleppa. Kavin og kuldin hava meir ella minni fingið fastatøkur á fótbóltsvallunum kring landið, og aftur komandi vikuskifti fær hetta avleiðingar fyri onkrar av kappingunum.

Kappingarnevndin hjá FSF hevur í fyrstu atløgu avgjørt, at 3. umfar í næstfremstu deildini hjá monnum, sum er á skránni í annaðkvøld, fríggjakvøldið, fyribils er útsett.

Nærri fráboðan um, hvussu verður við dystunum í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum, og í 2. deild hjá monnum, sum eru á skránni leygardagin og sunnudagin, kemur væntandi tíðliga seinnapartin fríggjadagin.

Viðvíkjandi dystum í kappingini fyri U15, U17 og U21, verður heitt á feløgini um at semjast um annan leikdag, um ikki er spælandi ásettar dagar.