Kavarar vilja kava eftir Hellutanga

Eftir øllum at døma er Hellutangi ikki heilur meira, men tey í North Atlantic Diving, sum hava til vana at kava niður á vrak, kundu hugsað sær at farið og hugt eftir Hellutanga, nú hann liggur á Víkum

Steinar Patursson
21. januar 2022 kl. 13:05

Tað kundi væl hugsast, at Bogi Krossteig og hini frá North Atlantic Diving fara at kava niður á tað, ið er eftir av fóðurflakanum Hellutanga, ið liggur á Víkum í Vágunum.

Hellutangi sleit á og rak á land við Reipsáfoss 5. apríl í fjør, og hóast royndir vórðu gjørdar at fáa hann leysan, eydnaðist tað ikkii.

Hellutangi er síðani illa farin í illveðrinum í ár. 14. Apríl varð hildið, brimið var farið avstað við Hellutanga. Hetta varð kortini ikki heilt rætt, tí eftir øllum at døma liggur ein partur av Hellutanga eftir, sum sæst, tá fjøra er.

Og North Atlantic Diving, sum ger nógv burtur úr at kava niður á vrak og skjalprógva túrarnar við videoupptøkunum, hevur eisini havt á lofti at fara niður á Hellutanga, hóast hann kanska ikki liggur so djúpt.

- So kann eg eisini siga, at eg var har fyrst, sigur Bogi Krossteig frá North Atlantic Diving skemtiliga og sipar til, at hann var fyrsti maður, ið kom niður á vrakið eftir russiska trolaranum Olshanu, sum í 2007 sigldi á Flesjarnar og sakk.

- Tað er ikki nakað, ið er átroðkandi beint nú, tí veðrið er ikki av tí allarbesta. Men tað er nokk ein spurningur um nær, heldur enn um, vit fara á fóðurflakan, um hann ikki er heilt farin við briminum tá, sjálvandi, sigur Bogi Krossteig.

Alt bendir á, at Hellutangi er farin í minsta lagi í tvíningar, og spurningurin er so, um kavast skal niður á tað, ið framvegis liggur á Víkum, ella um tað loysir seg at leita eftir restini.

Tað skuldi kortini ikki verið so trupult at leita, sigur Bogi Krossteig, tí at Vikmar er onkuntíð partur av kavingini, og báturin hjá Vikmar er útgjørdur úr enda í annan við tólum.

- Tá kunnu vit skanna havbotnin, so vit sleppa undan at gera so øgiliga nógvar kavingar fyri at finna vrakið.

Vilja fegin fáa Hellutanga til eftirgjørt riv

North Atlantic Diving gjørdi eina roynd at fáa myndugeikarnar at søkkja gamla Magnus Heinason í Kaldbaksfirði, soleiðis at rannsóknarskipið kundi brúkast sum eftirgjørt riv at kava niður á. Hetta gjørdist kortini av ongum, tí Magnus Heinason varð seldur til Kroatia ístaðin.

Tá Hellutangi so rak á land á Víkum, gjørdi North Atlantic Diving aftur vart við seg og segði, at um Hellutangi fekst leysur, men var vorðin vrak, tók North Atlantic Diving gleðiliga ímóti fóðurflakanum, soleiðis at upprunaligu ætlanirnar við Magnusi Heinasyni kunnu gerast veruleiki.

Og hetta tilboðið stendur enn, ger Bogi Krossteig greitt.

- Tað eru vit sjálvandi áhugað í, og tað er ikki bara fyri okkum. Onnur fara eisini at fáa ágóðan av, at hava eitt eftirgjørt riv at kava niður á, sigur Bogi Krossteig.

Arbeiða framvegis við dokumentarfilmi um Olshanu

Bogi Krossteig og North Atlantic Diving hava eftirhondini kavað fleiri ferðir niður á vrakið eftir Olshanu, og við sær á túrunum hava tey havt upptøkutól og gjørt upptøkur frá havsins botni.

Ætlanin hevur verið at gera ein dokumentarfilm, ið gevur hyggjaranum møguleika at uppliva, hvussu tað er at kava niður á eitt vrak.

Arbeitt verður framvegis við at klippa filmin, men um ikki so langa tíð verður ein brellbiti klárur um Olshanu, sigur Bogi Krossteig.