– Vit fara til verka í hesum starvi í ljósinum av, at tað hevur verið val fimm ferðir síðstu tíggju árini.
Soleiðis svaraði Sigurður Ingi Jóhannsson, formaður í Framsóknarflokkinum, einum tíðindafólki, ið vildi vita hvat formenninir í nýggju samgonguflokkunum hildu um, at tað søguliga hevur verið torført hjá tríflokka-samgongum at sita eitt heilt valskeið í Íslandi.
Og tað hevur merkt íslendskan politikk síðani fíggjarliga skrædlið í 2008, at óstøðugleiki hevur valdað, persónsmál hava verið orsøk til stjórnarkreppur og at samgongur ikki hava sitið alt valskeiðið út. Í so máta er vandin hin sami hesa ferð, tí samgonguflokkarnir spenna víða á politiska ásanum. Men samstundis er lagt upp til nýggjan arbeiðshátt, har andstøðan verður tikin við upp á ráð.
Vinstra-grønur leiðari fyri breiðari stjórn
Fyri aðru ferð í Íslendskari søgu verður tað ein kvinna, ið skal standa á odda fyri samgonguni. Katrin Jakobsdóttir, forkvinna í vinstra-grøna flokkinum, verður forsætismálaráðharri í Íslandi í nýggju stjórnini, og hon hevur leingi verið kandidatur til forsætisráðharrasessin. Longu undan valinum í 2016 vístu veljarakanningar, at nógv tann størsti parturin av veljarunum vildu hava hana at røkja sessin, sum hon nú situr í. Men tað munnu hinvegin vera fá, ið høvdu væntað, at hon fór at leiða eina stjórn saman við Sjálfstæðisflokkinum. Katrin Jakobsdóttir segði sjálv í fyrsta formansumfarinum, sum var eftir at valið varð útskrivað, at hóast hon ikki vildi útiloka samstarv við nakran flokk, vildi hon staðfesta, at tað var langt ímillum Sjálfstæðisflokkin og Vinstra-Grøna flokkin. Tá valúrslitið var greitt, vóru tær fyrstu samráðingarnar eisini ímillum fyrrverandi andstøðuna, sum umframt at vera mannað av Vinstra-Grøna flokkinum og Framsóknarflokkinum eisini taldi Samfylkingina (sosial-demokratarnar) og Piratarnar. Men Framsóknarflokkurin segði seg ikki vilja gera eina stjórn, sum varð mannað av minst møguligum meiriluta, og tí bóru samráðingarnar ikki á mál. At núverandi samgongan einans telur eitt tingfólk meira ber boð um, at Framsóknarflokkurin í veruleikanum ikki vildi vera partur av eini vinstravendari stjórn.
Tá fráfarna andstøðan ikki kundi skipa samgongu saman vóru ikki so nógvir aðrir møguleikar hjá Katrini Jakobsdóttir at skipa stjórn enn við Sjálfstæðisflokkinum og Framsóknarflokkinum, men tað hevur longu kostað henni, at hon hevur skipað stjórn við Sjálfstæðisflokkin. Longu tá Vinstri-Grøni flokkurin byrjaði samráðingarnar við Sjálfstæðisflokkin vóru tað fleiri limir, sum meldaðu seg úr flokkinum, og tvey tingfólk atkvøddu beinleiðis ímóti at byrja samráðingar. Tá samgonguskjalið varð undirskrivað, hevði flokkurin floksting at atkvøða um uppskotið, og umframt at tvey tingfólk atkvøddu ímóti, atkvøddu 15 limir í flokstinginum ímóti, meðan 75 atkvøddu fyri.
Sjálfstæðisflokkurin er høgravendur og formaðurin í flokkinum, Bjarni Benediktsson, hevur verið í fleiri politiskum gølum. Tað var eitt mál, sum pápin hjá Bjarna Benediktsson, sum er vinnulívsmaður, var partur av, ið gjørdi, at val varð útskrivað, tí Bjarni ikki hevði boðað samstarvsflokkum sínum frá málinum. Bjarni Benediktsson hevur eisini verið fyri hørðum atfinningum, tí hann seldi síni partabrøv í gamla bankanum Glitnir fáar dagar undan fíggjarliga skrædlinum í landinum, tá hann sjálvur sat í fíggjarnevnd Altingsins. Tað er ikki prógvað, at hann beinleiðis hevur framt lógarbrot við at nýta upplýsingar, sum hann hevði sum fólkavaldur til persónligan fíggjarligan vinning, men ongin ivi er um, at hann hevur havt vitan, sum ongin annar hevði.
Men í samgonguskjalinum stendur eisini nágreinað, at ætlanin er at gera samstarv við andstøðuna og at broyta íslendsku politisku siðvenjuna, sum eins og í føroyskum politikki er, at andstøðan og samgongan ikki arbeiða saman. Fyrsti kapittulin í samgonguskjalinum snýr seg júst um, at Altingið skal fáa meira vald at virka frítt, og at serligar nevndir skulu setast at arbeiða saman við ráðharrunum innan ávísa økið. Hesar nevndir skulu sambært skjalinum verða mannaðar eftir dygd og royndum – ikki eftir hvørjum flokki tingfólkini umboða. Valla man tað vera at vera so einfalt, tá Altingið hittist fyrstu ferð í næstu viku at fáa allar samgongulimirnar at víkja, um onkur í andstøðuni hevur betri royndir innan økið, men ætlanirnar eru allarhelst at fáa íslendskan politikk at líkjast meira norðurlendskum politikki, har breiðar semjur ofta verða framdar. Um tað fer at rigga er sjálvandi eisini tengt at, um andstøðan vil arbeiða við samgonguni, havandi í huga, at nýggi fíggjarmálaráðharrin og fráfarandi forsætismálaráðharrin, Bjarni Benediktson, ikki er nakar væl lýddur maður ímillum mótstøðufólk síni.
Útbúgvingarøkið, sjúkrahúsverkið og infrakervið
Hóast tað var spurningurin um politiskt álit, ið fylti mest í valstríðnum, vórðu vanlig politisk mál eisini á breddanum. Tá Björt Framtíð, ein flokkur, sum ikki varð valdur aftur, sleit samgonguna í septembur, var grundgevingin sum áðurnevnt, at pápi Bjarna Benediktsonar var partur av einum rættarmáli. Bjarni Benediktson hevði ikki sagt samstarfeløgum sínum frá, at pápin hevði skrivað viðmæli um at geva einum manni, ið varð dømdur fyri barnamisbrúk ávís rættindi aftur, og tað helt formaðurin í Björt Framtíð vera álitisbrot.
Veruliga grundin var tó helst, at flokkurin ikki hevði fingið nógv burturúr samgongusamstarvinum, tí Óttar Proppé, sum formaðurin í Björt Framtíð tá æt, var heilsumálaráðharri. Heilsumál í Íslandi hava seinastu árini verið merkt av, at brúkaragjøld hækka, samstundis sum sjúkrahúsið er í forfalli. Mentamál og samferðslumál hava eisini verið illa røktað síðani fíggjarkreppuna í 2008, og ung fólk í Íslandi klaga um, at tey mugu taka stór lán í einum undirfíggjaðum lærdum háskúla fyri at koma ígjøgnum útbúgvingina, meðan vegakervið als ikki heldur til stóra vøksturin í ferðafólkatalinum. Tí hava hesi trý mál eisini fingið serliga gott pláss í samgonguskjalinum.
Farast skal undir at byggja nýggjan bygning til íslendska landssjúkrahúsið næsta ár, og ein sálarheilsuætlan fram til 2020 skal gerast. Brúkaragjøld skulu minka, og læknamiðstøðirnar skulu fáa meira fíggjarligan stuðul.
Á útbúgvingarøkinum er ætlanin, at stuðulin til Lærdar Háskúlar skal koma upp á miðalstuðulin í OECD í 2020 og at stuðulin skal koma uppá miðaltalið fyri Norðurlond í 2025. Samstundis skal tað verða lættari at lesa líkamikið, hvar tú ert í landinum og lestrarlánsskipanin skal endurskoðast, soleiðis at tað verður lættari at lesa hjá ungum íslendingum.
Á samferðsluøkinum er ætlanin at skunda undir ábøturnar, sum verða gjørdar á vegakervið. Íslendska vegakervið er als ikki bøtt í somu ferð, sum ferðafólkatalið er vaksið. Eins og Dimmalætting skrivaði síðsta heyst í samrøðu við Dávið Samúelsson, sum hevur arbeitt í føroysku og íslendsku ferðavinnuni í nógv ár, hevur tað havt álvarsligar avleiðingar fyri suðurøkið, at ferðavinnan er so miðsavnað í Reykjavík. Fleiri túsund leigubilar verða leigaðir út í Reykjavík og koyra um suðurøkið hvønn dag. Úrslitið er, at umframt at vegakervið í suðurøkinum verður serliga illa rakt av øktu ferðsluni, verður peningurin í vinnuni eisini miðsavnaður í Reykjavík. Av somu orsøk stendur eisini í samgonguskjalinum, at spurningurin um at gera fleiri altjóða flogvallir aðrastaðni í landinum skal umrøðast. Ætlanin er helst at spjaða ferðavinnuna kring landið, soleiðis at peningurin eisini kemur bygdunum kring alt landið til góðar.
Vandin við øllum ætlanunum, sum samgongan hevur sett sær fyri er helst, eins og fleiri hava víst á, at íslendska krónan longu stendur í støðugum vøkstri. Óttin fyri ov nógvari inflatión er sjálvandi til staðar so fá ár eftir, at landið fór so dyggiliga á heysin, sum Ísland fór í 2008. Tí hevur eisini verðið víst á, at um ov nógvar íløgur verða settar í verk í einum, kann tað fáa vandamiklar fylgir fyri búskapin í samfelagnum.
Breiðar semjur og støðugt stýri ella afturval?
Sum longu varð nevnt í innganginum, verður nýggja samgonguskjalið ikki eins væl móttikið av øllum í Vinstra-Grøna flokkinum. Støðugleikin í íslendskum politikki næstu árini er tí helst tengdur av, hvussu væl Katrin Jakobsdóttir megnar at standa ímóti trýstinum frá vinstravonginum. Ongin ivi er um, at flokkurin hevur fingið fleiri av sínum hjartamálum við í samgonguskjalið, men flokkurin hevur aldri áður roynt at verið stjórnarleiðandi.
Bjarni Benediktson og Sigurður Ingi, formenninir í ávíkavíst Sjálfstæðisflokkinum og Framsóknarflokkinum, sita helst væl til rættis í sínum stólum, og Bjarni Benediktson hevði ikki verið formaður í Sjálfstæðisflokkinum, um hann ikki kundi hugsað sær at sitið í forsætisráðharrastólinum aftur onkuntíð. Framsóknarflokkurin hevur mist nógvar veljarar seinastu árini, tí skal flokkurin prógva, at hann kann vera savningsdepil millum vinstra og høgra vongin.
Um tað fer at eydnast Katrin Jakobsdóttir at fáa andstøðuna, sum sjálv hevur rikið fyri nýggjum arbeiðsháttum í íslendskum politikki, við í nýskipanini av íslendsku politisku skipanini, er ilt at siga. Um hon ikki megnar tað, kann hendan samgongan vísa seg at vera eins veik og tær seinastu. Men um hon hinvegin megnar at fáa andstøðuna við, kann hon bjarga sínum egna flokki, sum í løtuni missir stuðul fyri at samstarva við høgravonginum.