Kirkjuleiðarar í Týsklandi hildu ráðstevnu í síðstu viku. Hetta var tann síðsta ráðstevnan í røðini, har broytingar í katólsku kirkjuni hava verið uppi at vent.
Ráðstevnan endaði leygardagin, og leiðarin fyri bisparáðstevnuna, Georg Bätzing, er nøgdur við úrslitið í ráðstevnuni, sum var í Frankfurt, har millum annað semja er gjørd um, at kirkjan skal fremja nakrar broytingar.
– Vit broyta nakrar ítøkiliga kirkjuligar handlingar, og eg havi stóra vón um, at vit fara at eydnast at fremja hesar broytingar, har kirkjan nú skal fevna meira breitt, meira rættvís og við meira ábyrgd fyri øllum, ljóðar tað í eini yvirlýsing, sambært Georg Bätzing.
Tað skrivar NTB.
Sambært NTB, stendur ein meiriluti aftanfyri broytingarnar, sum eru festar á skjal, har tað millum annað verður viðurkent, at samkynd hava sama virði sum hinskynd. Eisini stendur í tekstinum, at eingin verður noktaður at sleppa framat kirkjuligu embætunum ella í prestayrkið vegna sína kynsliga støðu.
Ráðstevnan hevði eisini við sær, at samkynd kunnu verða prestvígd, giftir prestar kunnu vera í tænastu og kvinnur kunnu nú eisini vera deknar.
Nógvar av hesum yvirlýsingum eru bert meiningar hjá teimum luttakandi á ráðstevnuni, og tær verða heldur ikki settar í verk uttan vælsignilsi úr Vatikaninum.
69 biskuppar, 69 umboð fyri aðalnevndina hjá katólsku kirkjuni í Týsklandi umframt 92 umboð fyri ymiskar katólskar bólkar luttóku á ráðstevnuni í Frankfurt.