Kathrina Skarðsá fekk í vikuskiftinum BLIXEN-heiðurslønina fyri Ársins barnabók við barnabókini Slimfjorden, sum Kathrina hevur myndprýtt. Hetta hendi til stórt tiltak, ið varð hildið í Store VEGA í Keypmannahavn 18. juni 2022.
Sarah Lang Andersen hevur skrivað bókina, og tað er forlagið "Vild Maskine", sum gav Slimfjorden út í 2021.
BLIXEN-heiðurslønin hevur sum endamál at heiðra bókmentunum og handar í alt 15 heiðurslønir fyri alt innan bókmentir.
Dómsnevndin segði í sínari grundgeving, at Slimfjorden er ein livandi og gandakend søga um vinalag og um tað, at vera eitt sindur serligt og nørdut barn, har flúrglógvandi hvalspýggjur úr glasi lýsa í tekningunum hjá Kathrinu niður yvir høvuðspersónin, Elias, um náttina.
Kathrina Skarðsá er føroysk, men hevur búð stóran part av lívi sínum í Danmark. Hon er fødd í 1984 í Aarhus, og er nú búsitandi á Vesterbro í Keypmannahavn. Hon hevur millum annað myndprýtt Marin-bøkurnar hjá Ingun Christensen, Kjarr hjá Rakel Helmsdal og Alvu og Lias hjá Elsubeth M. Fossádal.
Ein nýggj bók um Alvu og Lias kemur í august, sum Kathrina eisini hevur myndprýtt.