- Vit nokta ákæruni hjá Hummel um, at henda kapping hevur kostað túsundtals av mannalívum, soleiðis ljóðar aftursvari frá Katar sambært Sky Sports, eftir at nýggju landsliðsblusurnar hjá Danmark, ið finnast at Katar, hava vakt ans kring heimin. Í aftursvarinum vísir verttjóðin til komandi HM á, at teirra arbeið er viðurkent av fleiri, sum virka innan mannarættindi.
Fyrr í vikuni kom tað fram, at tað var ein serligur boðskapur við nýggju landsliðsblusunum hjá Danmark. Danska fótbóltssambandið, DBU, hevur í samstarv við Hummel gjørt tríggjar nýggjar landsliðsblusur til danska landsliðið. Talan er um eina reyða heimabluss, eina hvíta útivallablus og sum vanligt er, so er eisini ein sokallað triðjablus gjørd. Í mun til heima- og útivalla blusur, so eru triðjablusur ikki eins tengdur at tí siðbundna sniðinum og litunum hjá tí ávísa felagnum ella í hesum føri tjóðini. Tískil fáa fyritøkurnar, ið standa á odda fyri at sniðgeva hesum blusum, ofta fríari teymar at sniðgeva.
Tað er danska ítrótta- og mótamerki Hummel, ið hevur gjørt donsku leikblusurnar til komandi HM í Katar, og fyritøkan má sigast at hava verið kreativ. Sambært Hummel skal tann svarta blusan ímynda reikandi syrgibond á vøllinum. Hóast tað serliga er tann svarta blusan, ið fær mest umrøðu, so er tað ikki bert hon, sum skal varp ljós á vánaligu støðuna viðvíkjandi mannarættindum í Katar. Á øllum trimum blusunum er eyðkenda búmerki hjá danska fótbóltssambandinum mestsum ósjónligt, og hetta er ikki uttan orsøk.
- Vit ynskja ikki at brúka hetta til ein risastóran leikpall fyri lýsingum. Tískil hava vit dempa okkum. Vit hava ikki eitt ógvuliga sjónligt Hummel-logo. Tað sama er galdandi fyri DBU. Vit vilja gjarna vísa, at tá spælararnir ganga inn á vøllin, snýr tað seg ikki um okkum. Tað snýr seg um heilt onnur ting. Tað snýr seg um mannarættindi, sum ikki vera hildin, og tað vilja vit varpa ljós á við hesum, sigur Morten Lund, ið er ábyrgdarmaðurin viðvíkjandi lýsingum hjá danska ítrótta- og mótamerkinum Hummel, ið hevur gjørt nýggju leikblusurnar hjá Danmark.