Katalanski forsetin, Carles Puidgemont, hevur boðað frá, at katalanska parlamentið fer at savnast og lýsa Katalonia sjálvstøðugt í endanum av hesi vikuni, ella byrjanini av næstu. Tað upplýsir BBC.
Hetta er fyrsta samrøðan Puidgemont hevur havt við miðlar, síðan fólkaatkvøðan, um loysing frá Spania, fór fram sunnudagin. Sunnudagurin var merktur av ruðuleika, orsakað av, at spanska løgreglan harðliga royndi at forða fyri, at fólkaatkvøðan fór fram. Umleið 900 fólk blivu særd á degnum. Síðan tá hava ovurstórar mótmælisgongur og aðalverkfall verið í Katalonia, fyri at mótmæla harðskapi frá løgregluni og sponsku stjórnini.
Støðan er spent um alt landið. Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur rópt fólkaatkvøðuna fyri "at gera gjøldur við fólkaræði". Spanski kongurin, Felipe 5., kallar fólkaatkvøðuna eina vanvirðing móti statsvaldinum. Kongurin var í spanska sjónvarpinum í gjár, har hann eggjaði til samanhald. Hann vísti eisini á búskaparligu trupulleikarnar Katalonia fór at renna seg í, um tey fóru víðari við ætlanunum um loysing.