Katalonia verður møguliga sett undir umsiting

Spanska stjórnin fundast í løtuni um grein 155 í sponsku grundlógini, ið kann taka katalanska sjálvstýri úr gildi

Guðrun í Jákupsstovu
21. oktober 2017 kl. 13:18

Spanska stjórnin fundast í hesi løtuni, um grein 155 í sponsku grundlógini, ið gevur Spania heimild, at taka sjálvstýri í Katalonia úr gildi. Væntandi verður stjórnin komin til eina niðurstøðu hesum viðvíkjandi seinni í dag.

Hetta er ein sera óvanlig hending í sponskum politikki. Grein 155 hevur aldrin verið tikin í nýtslu fyrr.

Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at Katalonia helt eina fólkaatvøðu um loysing frá Spania tann 1. oktober í ár. Ein fólkaatkvøða, ið spanska stjórnin segði vera ólógliga, og royndi av øllum alvi at forða.

Júst hvussu grein 155 skal útinnast er ikki heilt greitt. Sambært fleiri útlenskum miðlum er tað tó mest sannlíkt at katalanska stjórnin og katalanski forsetin, Carles Puidgemont, vera tikin úr embæti.