Katalonia: Puigdemont hevur uppgivið at gerast forseti

Í dag hevur katalonska parlamentið atkvøtt um at stuðla Carles Puigdemont, men fyrrverandi leiðarin hevur givið upp...

Alda Nielsdóttir
1. mars 2018 kl. 20:04

Í dag hevur katalonska parlamentið atkvøtt um at stuðla Carles Puigdemont, men fyrrverandi leiðarin hevur givið upp.

Dreymurin um at verða leiðari fyri eitt sjálvstøðugt Katalonia er komin at enda fyri Carles Puigdemont. Tað ásannar fyrrverandi leiðarin úr útlegd síni í Belgia.

Eg ynski ikki longur at vera valevni til forsetaembætið, sigur Puigdemont í einum videobroti á sosialu miðlunum.

Útsøgnin kom fáar tímar aftaná, at katalonska parlamentið hevði gjørt av at stuðla honum.

Samstundis vátta limirnir, at fólkaatkvøðan um fullveldi 1. oktober var lóglig.

Spanski stýrisskipanardómstólurin heldur tó fast við, at hon var ólóglig.

Spanska avísin, El Nacional, frætti frá keldum í flokkinum hjá Carles Puigdemont, Junts per Catalunya, fyrr í dag, at Puigdemont hevði gjørt av ikki at stilla upp kortini.

Í januar segði fyrrverandi katalonski leiðarin, sambært sponsku tv-rásini Telecinco, at stríðið um fullveldi varð liðugt.

Puigdemont stendur til at verða handtikin, um hann kemur aftur til Spania. Hann rýmdi úr landinum, tá katalonska parlamentið varð upployst.

Katalonia hevur verið stýrt úr Madrid teir seinastu 3-4 mánaðirnar, eftir at forsetin Mariano Rajoy legði seg uppí, tá katalonar lýstu Katalonia at vera ein sjálvstøðugan stat í oktober.

Rajoy hevur sagt, at nú má veljast ein katalonskur forseti, ið veruliga er til staðar í Spania, ið ikki situr í fongsli, og sum ikki er í trupulleikum við løgregluni.

Carles Puigdemont, ið er fyrrverandi borgarstjóri í Girona, bleiv forseti í Katalonia í januar 2016. Hann sat í sessinum í tvey ár.

Kelda: Berlingske.