Katalonia: Forsetaval útsett

Formaðurin í Katalonska tinginum hevur í dag útsett valið av forseta. Bert eitt valevni er upstillað til forsetavalið. Tað...

Alda Nielsdóttir
30. januar 2018 kl. 10:10

Formaðurin í Katalonska tinginum hevur í dag útsett valið av forseta.

Bert eitt valevni er upstillað til forsetavalið. Tað er Carles Puigdemont, ið hevur meirlutan av tingmonnunum aftanfyri seg.

Valið í dag varð útsett, men tað er undir ongun umstøðum avlýst. Eitt annað valevni verður ikki uppstillað, sigur tingformaðurin Roger Torrent sambært Berlingske.

Spanski forsetisráðharrin, Mariano Rajoy, heldur fast við, at Puigdemont ikki kann vera forsetavalevni, tí hann goymir seg í Bruxelles.