Nógv øtaðust við, tá tey sóu, hvussu løgreglan summastaðni fór harðliga fram móti persónum, ið høvdu dittað sær at fara á vegleiðandi fólkaatvøðu í katalonska høvuðsstaðnum, Barcelona, sunnudagin. Men hví er tað so umráðandi hjá stjórnini í Madrid at berja niður allar tankar um katalonska loysing? Svarið kann finnast í spanska landskassanum, sum nýtir gott av ríka og aktiva katalonska økinum
Tó at spanska samveldisstjórnin og stýrisskipanardómstólurin høvdu boðað frá, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða um loysing var ólóglig, tí slík atkvøðugreiðsla var brot á sponsku grundlógina, so var vegleiðandi fólkaatkvøða hildin í Katalonia farna sunnudag. Undan valdegnum hevði løgreglan lagt hald á fleiri tíggjutúsundtals atkvøðuseðlar, men fyriskipararnir av valinum fingu tó prentað nýggjar. Tað eydnaðist at gjøgnumføra valið, men ikki uttan svørðslag. Ymisk tøl hava verið frammi í mun til, hvussu nógv rok var, og hvussu nógv fólk fingu skaða. Katalansku myndugleikarnir siga, at yvir 800 fólk fingu løstir, tá tey blivu bukað av løgreglufólki, sum royndi at forða teimum í at sleppa inn á valstøð. Madrid-stjórnin sigur, at yvir 400 løgreglufólk fingu skaða, men báðir partar siga seg ikki kunna góðtaka tølini hjá hinum.
Minni frælsi
Fyri sjey árum síðani høvdu fólk í Katalonia størri frælsi enn tey hava í dag. Íbúgvarnir í landnyrðingspartinum av Spania fingu í 2006 eitt slag av heimastýri, sum gav teimum rætt til at taka flestu avgerðir í landstinginum, men fýra ár seinni tók hægstirættur í Spania avgerð um, at frælsið hjá Katalonia var ov stórt í mun til sponsku grundlógina. Heimastýrisavtalan varð broytt, og hetta hevði við sær stóra ónøgd í landspartinum. Síðani 2010 hevur sjálvstýrisrørslan í Katalonia fingið enn meiri vind í seglini. Ónøgdin um avgerðina hjá hægstarætti hevur virkað sum bensin á bálið, og vegleiðandi fólkaatkvøðan farna sunnudag er fyribils hápunktið í tí, sum sær út til at gerast ein langur og harður kampur fyri stórum broytingum í landspartinum.
Úrslitið av fólkaatkvøðuni var sambært Carles Puigdemont, landspartaleiðara, at 90 prosent vilja hava loysing. Sambært honum var valluttøkan 42 prosent. Hann sigur við BBC, at katalonska stjórnin fyrst í næstu viku fer at lýsa Katalonia sum sjálvstøðugan stát.
Ríkt øki
Tá nú so nógv fólk í Katalonia vilja loysa frá Spania, hví vil samveldisstjórnin í Madrid so ikki hoyra eitt orð um hesi ynski?
Sambært teimum flestu, sum hava innlit í heildarstøðuna í Spania, snýr tað seg um krónur og oyru – ella í hesum føri um evrur. Landsparturin er ein sonn pengamaskina. Samlaða økið fyri Katalonia er 32.114 ferkilometrar, sum svarar til góð 6,3 prosent av samlaða spanska landaøkinum, men har búgva knapt 7,5 milliónir fólk, sum svarar til 16 prosent av samlaða íbúgvaratalinum í Spania.
Og so eru tað fíggjarligu tølini. Tey siga sína heilt egnu søgu og boða frá, at Katalonia er væl ríkari enn miðal-Spania. Við einum samlaðum árligum BTÚ upp á knappar 216 milliardir evrur, er talan um eitt økið, sum er væl ríkari enn fleiri sjálvstøðug lond í ES. BTÚ-ið í Katalonia svarar eisini til ein fimtapart av BTÚ fyri alt Spania.
Útflutningurin úr Katalonia er árliga 65,2 milliardir evrur. Hetta svarar til meira enn ein fjórðing av samlaða spanska útflutninginum. Útlendingar gjørdu íløgur í Katalonina fyri 37 milliardir evrur í fjør, og er eisini meira enn fjórðingurin av samlaðu útledsku íløgunum í landinum. At enda kann verða nevnt, at arbeiðsloysið í Spania framvegis er høgt, eftir at landið seinnu árini hevur stríðst við at fóta sær aftaná fíggjarkreppuna fyri 10 árum síðani, sum rakti landið hart. Men arbeiðsloysið í Katalonia er lægri enn miðal fyri samlaða landið. Í Katalonia er arbeiðsloysið fyri tíðina 13,2 prosent, meðan miðal fyri alt Spania er 17,2 prosent. Og so er eitt afturat, sum verður mett at hava týdning fyri katalonska samleikan – tað er, at Katalonia er tað øki í Spania, har ríkidømið er javnast býtt. Tí eru katalonar í miðal eydnuríkari enn onnur fólk í Spania.
Keldur: The Guardian, BBC, CNN o.a.