Túsundavís av spentum katalanum savnaðust á Plaza de Catalunya í Barselona í nátt, at hátíðarhalda fólkaatkvøðuna um loysing frá Spania.
Dagurin hevði verið merktur av nógvum ruðuleika og ófriði, tí spanska løgreglan hevði gjørt harðligar royndir at steðga fólkaatkvøðuni, við at lata valstøð aftur og leggja hald á valseðlar.
Hóast ruðuleika bleiv fólkaatkvøðan hildin, og tá atkvøðuseðlarnir vóru taldir saman, var tað eitt greitt ja til at Katalonia skal loysa frá Spania. Heili 90% av teimum ið luttóku á fólkaatkvøðuni atkvøddu ja.
Valluttøkan var annars rættiliga lág - bert eini 42% av katalanum høvdu tikið lut í fólkaatkvøðuni. Anna Gaarslev, útsent tíðindafólk hjá DR í Barselona vísir eisini á, at tey ið valdu at ikki taka lut í fólkaatkvøðuni, eru óivað tey, ið eru ímóti loysing frá Spania. Hon sigur tað vera líkt til, at tey heldur valdu at ikki greiða atkvøðu, enn at blástempla eina fólkaatkvøðu ið av sponskum myndugleikum var søgd at vera ólóglig.
Úrslitið av fólkaatkvøðuni vísir tískil, at Katalonia enn er sera tvíbýtt um spurningin, hvørt tað skal loysa ella ikki.
Tað var tó sligið fast frá byrjanini, at úrslitið av fólkaatkvøðuni skuldi vera bindandi, óansæð valluttøku. Hetta høvdu katalansku myndugleikarnir gjørt greitt.
Hvat næsta stig í málinum verður, er enn ógreitt.