Danski landsliðsmálverjin, Kasper Schmeichel, skiftir bretska Leicester út við franska felagið OGC Nice. Hetta hava bæði Leicester og nýggja felag hansara váttað.
Tann 35 ára gamli málverjin hevur leikt fyri Leicester í samfull 11 ár. Og sigast má, at talan hevur verið um eina góða tíð.
- Eg kom til Leicester sum ein ungur maður, ið hevði tørv á einum heimi. Eg hevði brúk fyri eitt sindur av kærleika, eg hevði verið runt umkring hjá nógvum feløgum, og eg hevði tørv á einum stað, ið eg kundi kalla mítt heim, soleiðis sigur hann á sínum almenna Instagram-vanga, har hann takkar sínum nú fyrrverandi felagið fyri tíðina.
Tíðin hjá Kasper Schmeichel í felagnum var ikki bara góð. Hon má eisini sigast at vera søgulig. Við Kasper Schmeichel í málinum, vann felagið fullkomiliga óvæntað Premier League í 2016. Hetta verður av mongum mett at vera millum størstu brøgdini í Premier League søguni. Felagið megnaði eisini at vinna FA Cup í 2021. Kasper Schmeichel leikti nærum 500 dystir fyri bretska felagið.
Skifti hjá Kasper Schmeichel kom heldur óvæntað á fótbóltsfjepparar, tí Premier League kappingin byrjar um vikuskiftið. Skifti hjá Kasper Schmeichel merkir, at Leicester allarhelst fer at leita eftir einum nýggjum málverja til nýggja kappingarárið, sum fer av bakkastokki um vikuskiftið.
Tað er ikki ein heilt fremmandur hópur, ið Kasper Schmeichel kemur til í Frankaríki, millum annað spælir navni og landsliðsliðfelagið hansara, Kasper Dolberg, eisini við franska felagnum. Nice hevur eisini heinta fyrrverandi Premier League stjørnina, Aaron Ramsey, til felagið í summar.