Ungi sørvingurin er farin til Danmarkar í lestrarørindum og hevur sæð fram ímóti at eisini royna seg á hægri støði í flogbólti.
Føroyski landsliðsvenjarin Bárður Bendix Mikkelsen er hjálparvenjari hjá danska meistaraliðnum, og hann er fegin yvir at Kasper hevur valt at royna seg á hægsta støði í Danmark.
"Kasper er ein ungur og evnaríkur miðblokkur, sum var ein partur av føroyska landsliðnum í fjør. Seinasta árið hevur Kasper verið tarnaður av skaðum, men er nú komin fyri seg aftur. Kasper hevur verið til royndarvenjing alla vikuna, og hann hevur prógva fyri okkum venjarum, at hann hevur uppiborðið eitt pláss í hópinum hjá Marienlyst, sigur landsliðsvenjarin."
Hópurin hjá Marienlyst telur eisini hevur 4 danskar A-landsliðsleikarar og 2 danskar U-landsliðsleikarar.
Ítróttarstjórin í Marienlyst Kaj Jeppesen sigur, at í Marienlyst fylgja vit eisini við í føroyskum flogbólti, nú okkara hjálparvenjari gjøgnum nógv ár er føroyskur landsliðsvenjari, og tað eru nógvir evnaríkir flogbóltsleikarir í Føroyum. Kasper Lorenzen er ein "stor færøsk klippe" sum við sínum næstan 2 m er ein góður miðblokkur og sterkur í álopinum.