Kartin Høgnesen er settur sum nýggjur ungdómsráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann byrjar í starvinum 5. mars. Talan er um fulltíðarstarv, ið inniber millum annað at virka fyri, at ung í Føroyum koma at kenna Jesus og vilja fylgja honum, at menna ungdómsleiðarar og at styrkja og menna ungdómsarbeiðini kring landið.
Kartin er ikki ókendur í ungdómsarbeiðinum í Heimamissiónini. Hann hevur verið virkin í ungdómsarbeiðinum í Leirvík í nærum 20 ár, hevur staðið fyri nógvum ungdómslegum og juniorlegum ígjøgnum árini, stovnaði junior-arbeiðið YES í Leirvík í 2012, og er í løtuni formaður í ungdómsarbeiðinum Glóð í Gøtu og Leirvík. Hann hevur eisini í fleiri umførum verið missiónstúrar og arbeitt sum volontørur í Ísrael. Hann er 39 ára gamal, búsitandi í Leirvík og hevur seinastu 20 árini rikið sína egnu frisør-salong.
– Tríggir dugnaligir umsøkjarar vóru til starvið, og tað er gleðiligt at síggja áhugan fyri, at okkara ungdómsarbeiði skal mennast og vaksa, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari. Avgjørt varð at seta Kartin, ið hevur drúgvar royndir innan ungdómsarbeiði og lætt við at koma í samband við ung. Hann er ein fongur fyri landsungdómsarbeiði, og kemur hann at arbeiða í tøttum samstarvi við Landsungdómsnevndina at menna ungdómsarbeiði framyvir.
Seinastu 12 árini hevur eingin ungdómsráðgevi verið í starvi, men nú er ynski at uppraðfesta og styrkja ungdómsarbeiði. Tí varð fyrst í árinum søkt eftir einum ungdómsráðgeva at styrkja stóra arbeiði, sum verður borið av sjálvbodnum fólki kring alt landið.
Um Kirkjuligu Heimamissiónina
Kirkjuliga Heimamissiónin er fólkakirkjulig rørsla, ið hevur sum fremsta endamál at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Grundarlagið er tað sama sum hjá Fólkakirkjuni, og virksemið byggir á Guds orð og á ta evangelisk-luthersku læruna.
Hetta inniber eitt nú barna- og ungdómsarbeiði, familjuarbeiði, sjómansmissión, Trúboðan, Sunnudagsblaðið, útgávu og sølu av kristiligum bókum, legur og tiltøk í vælkenda Leguhúsinum í Nesvík, trúboðarar ið eru virknir kring landið, og annars vikuligt virksemi í staðbundnum arbeiðum kring alt landið.