Karlot er í New York og fylgir væl við valinum

Løgtingsmaðurin hjá Framsókn er í hesum døgum á ST aðalfundi

Jóannes Hansen
5. november 2024 kl. 17:03

Karlot Hergeirsson løgtingsmaður fyri Framsókn er í hesum døgum í USA. Løgtingið hevur eitt umboð í donsku nevndini, sum er mannað við fólkatingslimum. Løgtingsmenninir skiftast um. Teir eru har yviri í tríggjar vikur, og nú tað er val í USA – umframt forsetaval eisini val til bæði senatið og umboðsmannatingið – er Karlot Hergeirsson staddur har yviri.

Hann greiddi soleiðis frá í gjár:

Meðan vit bíða, kundi passandi verði yvirskriftin á hesum uppslagnum. Eg havið fingið heiðurin at umboða Føroyar og Føroya Løgting í sendinevnd hjá Ríkinum, sum í hesum døgum er á arbeiðsferð USA í sambandi við 79. aðalfundin hjá ST.

Fyrsti partur av ferðini, tann í Washington DC er nú liðugur, og leiðin gongur til New York, á sjálvan aðalfundin.

Á hesum fyrsta parti hevur so at siga alt snúð seg um forsetavalið í landinum týsdagin. Vit hava á hesum fyrsta parti verið og vitja, fingið kunning og ymisk framlit (scenario) av millum annað, State Department (uttanríkisráði), verjumálaráðnum, heimsbankanum, kongresslimum, og ikki minni enn 3 ymiskum tankasmiðjum (tænke-tanke).

Øll kunning, øll framlit, øll tekn í stjørnum og mánum siga, at valið verður tætt. Amerikanarin heldur veruliga ondini. Luftin er so full av spenningi. Tá ein fríløta var, fór eg mær ein spadseritúr í DC, eg kundi t.d. ikki koma í nærhendis av Hvíta húsinum. Alt er sperra av. Í høvuðsstaðnum gera tey seg klár um tað ringasta skuldi hent.

Tey hóvligu á báðum síðum, ynskja sjálvandi at teirra valevni vinnur, men tað sum tey, og tey á miðjuni, ynskja sær allar mest, er at tann sum vinnur, skal vinna ein tryggan siður, tí annars er vandi fyri kaos absolutt tilstaðar.

Men tað hava eisini veri meira hugnaligar hendingar í Washington DC, og hæddarpunktið var sjálvandi vitjan okkara dugnaliga sendiharra Bjørn Kunoy á Føroysku Sendistovuni og síggja Merkið veittra so stolt saman við tveimum brøðratjóðum, skrivaði Karlot Hergeirsson í gjár.