Karl hevur takkað fyri seg

B71 formaðurin, næstformaðurin og skrivarin løgdu frá sær, tá ið felagið hevði aðalfund og skipaði seg av nýggjum

Myndir B71
Jóannes Hansen
11. mars 2024 kl. 21:04

B71 skrivar soleiðis í dag:

SANDOY SEAFOOD Í 2024 OG NÝGGJAR NEVNDIR!

Árligi aðalfundur felagsins var hildin í kantinuni í gjárkvøldi og hesar vóru m.a. høvuðs yvirskriftirnar.

Greitt varð frá rúgvismikla virksemi felagsins aftur hesu ferð, úrslit, heiðrar, átøk, tiltøk og alskyns hendingar, ov nógvar at endurgeva her.

Serliga gleðiligt var at fáa vissu um at stuðulsavtalan við høvuðsstuðul okkara, Sandoy Seafood heldur áfram á sama hátt komandi árið, hvørt merkir at limaskapur fyri íðkandi børn og ung í felagnum er ókeypis aftur í 2024, umframt at felagið er høvuðsstuðul hjá besta mansliðnum, eins og undanfarin ár

Ársroknskapurin vísti eitt gott yvirskot á góðar 150.000 kr fyri farna árið og nevndirnar blivu mannaðar á nýggjum.

Í starvsnevndini var longu lagt upp til eina størri útskifting, har formaðurin Karl Vidtfeldt og næstformaðurin Hanus Johannessen, saman við skrivara Alva Jespersen, ið er farin niður at lesa, allir takkaðu fyri seg í nevnd á hesum sinni.

Í teirra stað komu Gerda Bjarkadóttir Magnussen, Jóhanna Jancyardóttir og Bogi Hentze, ið komandi árið mynda nevndina saman við Onnu Krog og Sólrun Ørvarodd, ið ikki stóðu fyri valið í ár.

Mads Hentze og Johanne Elisabet Finnbjargardóttir Olsen blivu vald sum tiltakslimir.

Flogbóltsnevnd og ungdómsnevnd blivu eisini vald á aðalfundinum:

Sigrid Petersen og Eyðritt Clementsen takkaðu fyri seg, meðan Kristian Oskar Henriksen, Hanus Undir Skarði og Dávid Henriksen blivu valdir í flogbóltsnevnd.

Í ungdómsnevndina blivu Miriam Fossdalsá og Búi Falkvard Clementsen vald ístaðin fyri Gerdu Magnussen og Sunnivu í Stovuni.

Vit ganga eini nýggjari og spennandi tíð í møti og tað gleðir okkum at her eru so nógv og góð fólk, ið standa saman um felagið og vilja arbeiða í felagsskapinum!

Drívið á B71!